Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skótarnir í 4.a greiða frá

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  28.11.2025 - 10:02 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað er fleiri skótar í 4.a og í seinastu viku greiddu tey sínum flokki frá um skótalívið.

 

Hjørdis og skótarnir vóru ílatin skótabúna og greiddu flokkinum frá um Baden Powell og konu hansara og stovnanina av skótarørsluni. Eisini um hvat ein skóti skal leggja seg eftir og liva eftir. 

Vit fingu at vita um legur, skótahjálpina, aktivitetir, heilsanir, merkir og annað. Eisini lærdu vit at gera rættan knút. Ein knútur, sum er sterkur og samstundis er lættur at loysa uppaftur. 

Skótar læra at vera góður við og fara væl um náttúruna og eisini at lívbjarga sær í náttúruni. Hetta er ein góður førningur at hava.

Hesin tímin gav onkrum í flokkinum íblástur og áhuga fyri skótalívinum, so hvør veit, um ikki onkur av næmingunum byrjar at ganga til skótar. Vit takka fyri, at skótarnir vildu greiða frá, hví teir ganga til skótar.

Hetta var ein sera góður og læruríkur tíma í 4.a.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sunnvá hevur teknað jóla­kortið
Advents- og jóla­konsert sunnukvøldið
Skótarnir í 4.a greiða frá
Byggisamtyktin fyri Svínoy góðkend
Jóhan Christiansen, tak uppskotið aftur!
Skálkar­nir eru klárir til Black Friday
1.200 tunnur av brislingi
Barnagarðs­stovur­nar verða uppnormeraðar
Snæfall 2 - nýggjur jóla­kalendari í sjón…
Stór handilshølir - langtíðarleiga ella…
Umval í Runavíkar kommunu
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Dagføring: Tunnilin lat upp kl. 17
Cedric Yambere fingið sekkin í Bordeaux
Finn Stampe vitjar Norðlýsið
LÍV Fastogn gjørt avtalu um 18 nýggjar…
Jóla­pakkin frá Soli Deo Gloria - ein jól…
Jólasøla í Sóljuni
Hvør er Ársins Fyrstuhjálpari 2025?