Lýsing
Lýsing
Lýsing
Latið kommunukassarnir fáa sín part av køkuni, heldur enn at landskassin fær hana alla

Gevið kommununum lut í veiðigjaldinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.11.2020 - 15:30 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er almenn vitan, at kommunurnar gera sera nógv fyri fyritøkurnar, ið fáa Føroyum tilfeingið til høldar. Tær byggja stór og dýr havnarløg, veita vatn og onkuntíð streym til skipini, gera infrakervi at frakta tilfeingið eftir og mangt, mangt annað. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at parturin hjá kommununum í minsta lagi er á hædd við partin hjá landinum, og í summum førum kanska enntá størri.

Herfyri stóð áhugavert lesarabræv frá lesara her á Norðlýsinum, har mælt varð til sama leistin sum við partafelagsskattinum. Tá tað kemur til partafelagsskatt, so fær Landskassin 70% av honum, og kommunan, har partafelagið liggur, fær 30%. Hesin leistur kundi væl eisini verið brúktur, tá nú veiðigjaldið verður ásett, og kundi verið galdandi fyri tilfeingisgjald sum heild.

Vit eiga at síggja gjøldini til tað almenna í síni heild, og eisini at síggja tað almenna í síni heild. Kommunurnar eru nærdemokratiski felagsskapurin og myndugleikin, ið skapar karmar úti í lokaløkjunum. Fyri tað fáa kommunurnar umleið helvtina av inntøkuskattinum og ein knappan triðing av partafelagsskattinum. Tað er onki minni enn rímiligt, at kommunurnar eisini fáa lut í tilfeingisgjøldunum.

Við at lata kommunurnar fáa 30% av inntøkunum av tilfeingisgjaldinum kompensera vit tær kommunurnar, sum hava útreiðslur av, at vinnulív er í økinum. Tað er ikki meira enn rættvíst. Og fyritøkurnar, sum skulu gjalda, fara neyvan at seta seg ímóti einum tilfeingisgjaldi, sum er sett sosialt og geografiskt rættvíst saman. Í øllum førum ikki meira enn ímóti einum tilfeingisgjaldi, sum fult og heilt fer í landskassan.

Hyggja vit so longur fram í tíðina og seta hetta í perspektiv, so kann ein eisini ímynda sær ein líknandi leist fyri alivinnuna. Har átti býtislykilin kanska enntá at verið meira í kommunurnar favør, tí tað er fyrst og fremst, og kanska einamest, lokalumhvørvið, ið verður dálkað av alivirksemi. Aling á føroysku firðunum hevur stóra ávirkan á lokala plantu- og djóralívið, og hóast tað at gjalda fyri dálkingina ikki rættar upp uppá hana, so er tað kortini eisini rímiligt, at kommunurnar fáa eina ávísa kompensatión fyri at leggja firðir til alingina.

Vit mugu koma burtur frá fatanini, at “fólksins ogn” bara merkir Landskassin. Fyri heilt mong í Føroyum, serliga uttanfyri miðstaðarøkið, er tað kommunan, sum skapar karmarnar og umboðar borgaran á staðnum.

Seinnu árini hava vit sæð, at alsamt meira verður lagt yvir á kommunurnar. Barnaøkið var eitt, eldraøkið var eitt annað, og tosað verður um at leggja fólkaskúlaøkið út eisini. Hyggja vit at hinum Norðurlondunum, so hava tey har eina refusiónsskipan ella kommunala útjavning, ið skal tryggja á leið sama støði í øllum landinum, ella í øllum førum at minka um munin. Í Føroyum hava vit onga tílíka skipan. Tey sjey valdømini vóru eisini at meta sum ein (valds)útjavningarskipan, men tað er longu nógv ár síðan, at tey vóru avtikin.

Tí er tað upplagt, nú veiðigjaldið verður viðgjørt á Løgtingi, at tinglimir og landsstýrisfólk taka og venda tankanum nakrar ferðir: Hví ikki hava sama leist fyri tøkugjald og veiðigjald, sum fyri partafelagsskatt? Altso latið kommunurnar fingið 30% og landskassan 70% av hesum gjøldum? Hetta kundi heilt ella lutvíst gjørt tað út fyri eina kommunala útjavingarskipan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…
Brúkar tú blinkaran?
Fíggjarlógar­arbeiðið úr einum javnstøðus…
Tøkk - Maria Sofía Skærtóra Viðoy
Fimleikafagnaður: Myndarøð partur 5