Lýsing
Lýsing
Syndarligt sá út í Marknagili eftir stormin herfyri. Men ikki minni syndarlig er støðan, at timburlærlingarnir í heila tikið skulu undirvísast í einum tjaldi. | Mynd: In.fo

“Meistarar, sendið tykkara lærlingar til Klaksvíkar”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.11.2020 - 16:57 Tíðindi Vinna

Umstøðurnar hjá lærlingum á Glasi eru sera langt frá at vera nøktandi. Føroya Handverksmeistarafelag finnist í hvassorðaðum viðtali at, at síðani Mentamálaráðið yvirtók lærlingaøkið, hevur økið verið niðurraðfest, og umstøðurnar eru munandi versnaðar. Stjórin á Blikksmiðjuni leggur seg nú út í kjakið og sigur, at um eitt tjald er tað besta, Glasir hevur at bjóða, so vil hann mæla meistarunum at senda sínar lærlingar á Tekniska Skúla í Klaksvík í staðin.

Tjaldið á Glasi kláraði ikki tann fyrsta lambasprænin í heyst, men fór í luftina. Tí er onki, sum talar fyri, at tað verður gjørligt at hava eina støðuga tjald-loysn fyri timburlærlingunum á Glasi, nú vetrarstormarnir av álvara fara at melda seg. Men hóast allir avvarðandi partar eru vitandi um, at hetta ikki ber til, so hendir millum sera lítið og als onki.

Drúgv tíð er fráliðin, síðani tað gjørdist greitt, at á Glasi var ikki rúm fyri timburlærlingunum, og teir tí máttu út í eitt tjald at húsast, men enn er ongin loysn funnin á trupulleikanum. Alt bendir á, at tjaldið, sum skuldi vera ein fyribilsloysn, ætlast at verða ein varandi loysn, sum so ofta við fyribilsloysnum. Men havandi føroyska veðurlagið í huga, so er tað óhaldbært. Og somuleiðis eru timburfakið “degraderað” í mun til betru umstøðurnar hjá undanfarnum timburlærlingum, sum húsaðust innandura á Tekniska Skúla í Smiðjugerði.

Handverksmeistarafelagið, sum var við til at seta Tekniska Skúla á stovn, harmast um lækkandi støðið á umstøðunum. Ikki bara mugu timburlærlingarnir húsast í einum tjaldi, el-lærlingarnir gera eisini síni sveinastykki undir eini trappu. Fyri summar handverksmeistarar er hetta dèja vu, tí teir stúrdu fyri, at tað bókliga fór at verða raðfest fram um tað handaliga eftir samanleggingina av miðnámsskúlum, og soleiðis er tað eisini vorðið.

Somuleiðis harmast Handverksmeistarafelagið um hesa raðfesting, tí har er stórur eftirspurningur eftir handaligum førleikum úti í samfelagnum. Har kundu tí saktans verið tikið nógv fleiri lærlingar inn, men umstøðurnar hjá lærlingum á Glasi eru alt annað enn brúkiligar.

Stjórin á Norðoya Blikksmiðju, ið eisini er nevndarlimur í Føroya Handverksmeistarafelagi, tekur nú eisini blaðið frá munninum, og skrivar:

Raðfestingin av lærlingum á Glasi er als ikki nøktandi. Hvussu kann tað lata seg gera vit eru noydd at húsa okkara timbur lærlingum í tjaldi uttan fyri, tí pláss er ikki fyri teimum í hesum ovurhonds dýra bygningi. Um tað ikki er pláss fyri lærlingum á Glasi vil eg mæla meistarum til at senda sínar lærlingar norður til Klaksvíkar at ganga á Tekniska Skúla.

Hann heldur tað sostatt vera undir lágmark, at tá ein hugsar um, hvussu nógvan pening Glasir hevur kostað, at timburlærlingarnir kortini skulu út í eitt tjald at vera.

Næsta lærlingaskeið byrjar eftir ársskiftið, og røkist áðrenn framvegis onki fyri eini aðrari loysn enn einum tjaldi, so eigur landsstýrismaðurin í mentamálum at taka stjóran á blikksmiðjuni uppá orðið og lata timburlærlingarnar og elektrikaralærlingarnar taka skúlaskeiðini á vári 2021 á Tekniska Skúla í Klaksvík. Eysturoyartunnilin er opnaður tá, so frástøðan verður ein minni trupulleiki.

Í øllum førum er greitt, at tað ongan part av trupulleikanum loysir bara at seta eitt nýtt tjald upp.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…