Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kravda kanningin við komu til Føroya verður framhaldandi kravd til og við tann 31. mars 2021. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Kravdar kanningar halda fram

SKRIVAÐ: Farsóttarnevndin  |  02.12.2020 - 15:53 Tíðindaskriv

Farsóttarnevndin í Føroyum hevur á fundi 26. november 2020 avgjørt at leingja tíðarskeiðið fyri kravdar kanningar fyri Covid-19 við komu til Føroyar fram til og við 31. mars 2021.

Orsøkin til leingjanina er, at Farsóttarnevndin er av teirri fatan, at kravda kanningin hevur verið eitt sera týdningarmikið amboð til at avmarka smittuspjaðingina av Covid-19 í Føroyum.

Farsóttarnevndin vil eisini leggja dent á, at kravda kanningin ikki kann standa einsamøll. Fyrst og fremst er tað týdningarmikið, at vit í Føroyum framhaldandi standa saman um at halda grundleggjandi tilmælini um, at:

-          halda frástøðu

-          hava gott reinføri

-          vera við hús ella fyri seg sjálva/n, um man hevur illgruna um at vera smittað/ur

-          annars brúka vanligt vit og skil

Tað er eisini framhaldandi av avgerandi týdningi at lata seg kanna 6. dagin eftir heimkomu. Ikki øll merkja sjúkueyðkennini av Covid-19, og kunnu tí, uttan at vilja tað, smitta onnur og spjaða smittuna.

Farsóttarnevndin vil fegin ynskja øllum eini gleðilig og trygg jól og eitt gott og trygt nýggjár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Valfundur í Varpinum
Sí valfundin her
Hava tit sæð plakatir­nar hjá mær?
Bústaðarneyðin krevur handling – ikki ba…
Meira stýr á skermnýtslu
Gransking av rørslu gevur haldføri
Tilflytara­politikkur
Veðrið í vikuni
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…