Lýsing
Lýsing
Lýsing
Formaðurin í Team Klaksvík, Óli á Gravarbø, og nýggji málverjin, David Henigman, ið er frá Kroatia. | Mynd: Team Klaksvík

Team Klaksvík fingið nýggjan málverja

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.12.2020 - 22:45 Ítrottur Tíðindi

Talan er um málverja úr Kroatia.

Team Klaksvík hevur framt útskifting á málmansøkinum. Team Klaksvík valdi at enda samstarvið við Strahinja Popovic, meðan Mark Dahl valdi at gevast. Í eina tíð hevur nýggjur málverji verið á veg. Hann fekk korona beint áðrenn, at hann skuldi koma til Føroyar.  Av tí sama er hann komin nakað seinni enn ætlað. Nú er hann frískur og klárur at spæla.

David Henigman er 27 ára gamal. Hann er 183 cm høgur. Hann hevur síðstu árini m.a. spælt í bestu deildini í Kroatia. Saman við honum verður lokali Aron Jacobsen í hópinum. Hann spældi ein sera góðan dyst móti H71 seinast.

Sunnudagin spælir Team Klaksvík á heimavølli móti StÍF. Tá er vónin, at øll loyvini eru komin uppá pláss hjá nýggja málverjanum úr Kroatia. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her