Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Suðurstreymoy og Suðureysturoy eru nú – um man vil tað ella ei – á veg at gerast eitt felags øki.

Eysturoyartunnilin – ein týðandi samfelagsbroyting

SKRIVAÐ: Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur  |  20.12.2020 - 12:00 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Eitt samfelag broytist alla tíðina. Hvørja ferð ein persónur ger okkurt eitt lítið sindur øðrvísi, er tað ein liður í eini áhaldandi samfelagsbroyting. Samfelagið broytist vanliga so líðandi, at vit ikki uppdaga broytingarnar, fyrr enn langt eftir tær eru hendar. Tó viðhvørt henda broytingar í rykkjum. Samfelagið verður tá broytt munandi upp á stutta tíð.

Eysturoyartunnilin er ein slík samfelagsbroyting, ið ikki bert broytir smávegis atburð í samfelagnum, men fullkomiliga umstrukturerar samfelagið – broytir týðandi atferðarmynstur. Hetta hevur bæði beinleiðis og óbeinleiðis avleiðingar. Beinleiðis bindur tað nøkur øki saman, ið áður vóru skild sundur. Hetta skapar størri samferðslu og samskifti millum hesi øki – og harvið nýggjar dynamikkir, ið verða vakstrarskapandi sum frá líður. Eysturoyartunnilin fer at miðsavna vøksturin í føroyska samfelagnum enn meiri kring Suðurstreymoy og Suðureysturoy.

Óbeinleiðis verður t.d. Sundalagið hinvegin lutfalsliga meiri fjarskotið, tá Eysturoyartunnilin letur upp. Hetta kann m.a. merkja verri bussamband, færri kundar til handlarnar og færri tilflytarar enn higartil.

 

Tunnilsgjøldini avmarka nyttuna av tunlunum

So leingi høgt gjald er fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, fer Sundalagið ikki at merkja so ógvusligar avleiðingar. Verður í framtíðini ókeypis ella sera bíligt at koyra gjøgnum tunnilin, vilja tó eisini eiðisfólk koyra hesa munandi stytru leiðina. Sostatt vil tilknýtið millum Eiði og Sundalagið gerast enn veikari enn tað longu er. Eiðisfólk vilja í nógv minni mun koyra framvið økismiðdepilin við brúnna um Streymin – og sostatt brúka minni pengar har.

Tunnilsgjøldini eru ein háttur at fíggja tunnilsbyggingina rundan um Landskassan. Hetta ljóðar í fyrstu syftu skilagott, men tað skerst ikki burtur, at gjøldini eru við til at avmarka nyttuna av tunlunum. Um tað var ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar, fingu vit hinvegin fulla samfelagsliga og búskaparliga nyttu av tunlunum.

Tað skerst ikki burtur, at skjótur og dynamiskur flutningur millum bygdir og øki er altavgerandi fyri búskaparvøksturin í einum framleiðslusamfelagi sum tí føroyska – men eisini innan tænastuvinnur hevur skjót og løtt samferðsla stóran týdning. Alsamt fleiri einstaklingar, virki og felagsskapir kunnu samstarva um felags áhugamál, uttan at skula brúka stóran part av degnum til óproduktiva ferðing. Meiri effektiv arbeiðstíð vil í sjálvum sær vera vakstrarfremjandi, men stóri langskygdi ágóðin liggur í teimum nýggju netverkunum, ið kunnu knýtast.

 

Kommunurnar mótarbeiða samansjóðingini

Ymiskir partar av samfelagnum broytast við ymiskari ferð. Ofta henda búskaparligar broytingar skjótari enn fyrisitingarligar broytingar, tí vinnulívið noyðist at tillaga seg fyri at kunna fylgja við á marknaðinum. Fyrisitingin er sjáldan proaktiv, men heldur reaktiv. Eitt dømi er Strandferðslan, ið ikki fyrr enn í síðstu løtu er farin at umhugsa hvussu bussferðslan skal skipast, nú Eysturoyartunnilin letur upp.

Ein týðandi samfelagsbroyting hevði verið, um kommunurnar vórðu lagdar saman í nógv størri eindir – ella við tíðini heilt vórðu avtiknar. Vit kunnu í hvussu er ikki liva við, at Suðureysturoy og Suðurstreymoy mótarbeiða hvørjum øðrum, tá strukturelli veruleikin er, at hesi bæði øki nú gerast eitt samanbundið øki.

Tað fer at taka tíð hjá fólki at skilja – men skal full nytta fáast úr Eysturoyartunlinum, mugu Suðurstreymoy og Suðureysturoy gerast eitt øki – bæði infrakervisliga, búskaparliga, mentanarliga – og kanska eisini fyrisitingarliga.

Tá vil størst møgulig nytta fáast úr Eysturoyartunlinum, tí einstaklingar, virki og felagsskapir kunnu samstarva eftir áhuga – ikki eftir staðbundinleika.

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjúkra­húsverkið kunnaði um krabba­meinsát…
Annfinnur og Jóan Petur vitja Norðlysið
Lands­stýrið tikið lán á 900 mió. kr.
Handlikraftin á muni
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Elding Business letur nýggjan handil upp…
Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini
Kondibingo á Norð­oyastevnu
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Býráðsskráin 28. mai
ABC-samgongan, fiski­vinnan og spurningur…
Saman við Selberg undir Jøklinum
Anfinn & Co. - Norð­oyastevnu­konsert
Konsert í Soli Deo Gloria á Norð­oyastevn…
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Kjøt til norð­oyastevnu? 
Forkunnug og rørandi framsýning í Varpin…
Norð­oyastevna: Morgunmatur til setanina
Pylsuhugni í miðbýnum
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Lýsing