Lýsing
Lýsing
Lýsing

I Am a Rock - no man is an island

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  02.01.2021 - 10:19 Mentan Politikkur Tíðindi

So nektað vit verða borin inn í hendan jarðiska heimin, líka so nakin verða vit borin út úr honum aftur. Harímillum liggur eitt styttri ella longri tíðarmál, ið skal livast. Í einum frælsum landi gera vit í stóran mun sjálvi av, hvussu vit brúka burtur av individuellu tíðarsnælduni, men sum sosialir skapningar mega vit onkursvegna taka atlit og samvinna við onnur í smærri og størri høpum.

Kann ætla, at gitni fólkatónleikarin Paul Simon hevur skeitt eftir bretska poetinum John Donne, táið hann smíðaði framúr góða sangin “I Am a Rock”, hóast áleið 4 hundrað ár eru ímillum teirra. Av ávísum orsøkum var hann sálarliga í kjallaranum, forskansaður í eini íbúð í New York, tá sangurin varð skrivaður. Kendi seg sum ein klett – eina oyggj. Avbyrgdur. Hetta var ein tungan og myrkan dag í desember. Einsamallur í verðini starir hann úr glugganum niður á gøturnar, meðan kavaflykrurnar spakuliga falla til jarðar. I am a rock - I am an island. Hann hevði í einum andarhaldi flutt seg úr neyðuga felagsskapinum, sum skaldabróðir hansara John Donne var talsmaður fyri so mong ár frammanundan.

 

Individualisman er eitt rák í tíðini, í henni býr ein neyðug megi, men einsamøll ger hon lítið og onki. Stendur hon ikki á klettafastari grund røkka vit ikki framkomna samfelagnum fyri øll, sum støðugt eigur at vera málið. Hugsaðu øll um seg sjálvi sum einstakar oyggjar, hevði endin verið sum hin sálaði svínoyingurin Jóannes í Heimistovu tók til í Útvarpinum nú ein dagin, eftir at hava verið illa staddur á útróðri: “Vit sóu ikki út um árabløðini.”

 

Hóast vit øll eru demokratar, hava vit ymiskar hugsanir um, hvussu samfelagið – fólkaræðisliga húsið – skal innrættast. Hvør fuglur syngur við sínum nevi. Væl er tað. Kortini eru vit kollektivt samd um at hava ein skipaðan samhaldsfastan pall at standa á. Kommunan er ein teirra. Politiskt stjórnaða umsitingareindin, ið líknar skatt á sínar borgarar og skipar undirstøðuna á mongum mótum. Uppgáva hennara er at leggja infrastrukturin øllum til frama. Við skúlum, ansingarstovnum, vegum, vatni, gøtuljósum, útstykkingum, vinnuøkjum, renovatión, mentanarkørmum, havnum, lendingum o.s.fr. Hon skal bókstaviliga halda seg til hugsanina aftanvert latínska upprunaheitið commūnis. Feli – felagsognin. Tí kann hon ongantíð gerast ein mjólkikúgv hjá individuellum áhugamálum. Meiri skattur skal ikki líknast á okkum enn tað, sum er neyðugt fyri at halda neyðuga kollektiva stásinum við líka.

 

Hesi seinastu árini hava Føroyar verið í búskaparligari undangongu so tað munar. Runavíkar kommuna hevur ikki verið nakað undantak. Men tað skulu breiðar herðar til at bera góðar tíðir. Býráðsmanningin, sum leggur frá sær um eina løtu, hevur virkað dúgliga, men samstundis hava vit havt ein greiðan setning um at lætta um skuldarbyrðuna. Tað eydnaðist, tá skuldin er komin væl niður um eina hálva skattaálíkning, nú nývalda býráðsstjórnin tekur við valdinum um miðnáttarleitið.

 

Øll høpi, eisini kommunur, liva og virka í mun til eina tyngdarmegi. Tað nyttar lítið óumhugsað at fara á flog, sum grikska sagnarhetjan Ikaros, ið ætlaði sær til himmals á flogi við eftirgjørdum veingjum. Komin ov nær sólini bræddust samankomingarnar á veingjunum og fallið var stórt. Ferðin aftur og fram hjá Ikaros er søgan um eina tvístøðu. Í fyrstu atløgu snýr hon seg um treiskni, vón og dirvi, men samstundis er hon søgan um fávitsku og hugmóð.

 

Í fyrstu Mósebók lesa vit um dreymarnar hjá Fárao: “Sí sjey ár skulu koma, og skulu tá vera ovurnøgdir um alt Egyptaland. Men aftan á tey skulu koma sjey hallár, so at nøgdirnar í Egyptalandi verða gloymdar; og hungur skal oyða landið.” Tey flestu okkara hava buktast við sinuskurvarnar í skúlanum, og fleiri hava brúkt streymtalvuna hjá Fischeri Heinesen í maritimum yrki, hetta eru alt alin av sama vadmali. Sveiggj í kringumstøðunum hjá okkum menniskjum. Við- og mótrák. Skiftandi tíðir.

 

Á grækarismessu í ár vendi rákið. Ein lítil vera var farin úr barkastokki í Wuhan í Hubei provinsuni í Kina, og eftir at hava heimsókt tað nógva av heiminum gjørdi hon landgongd í Føroyum. Yvirhøvur er tað stríggið at vera í stríði við onkran, men at stríðast ímóti einum ósjónligum fígginda, tað er ikki hvørsmansføri. Til tað krevst samfingin máttur, ein verjuætlan. Eitt skipað samfelag við framkomnum funktiónum í lands- og kommunalum regi. Nú koppingarevni eru komin okkum í hendi mega vit staðfesta, at vit eru komin hendinga væl burturúr bardaganum ímóti coronu. Skilagóðum framherjum fyri at takka.

 

Í okkara føri vóru viðkomandi og vitalir partar í lokalsamfelagnum stevndir til fundar í býráðssalinum morgunin eftir tíðindafundin hjá landsstýrinum. Hetta fyri at leggja eina ætlan, at finna eina skilagóða javnvág, soleiðis at samfelagið ikki steðgaði upp samstundis sum vit settu eina verju upp ímóti óboðna kinverska hersetaranum. Lívið steðgar ikki upp í krígsstøðu. Tað skal livast – um enn øðrvísi. Tá ein eksplosión einaferð var í kabússini umborð á Lítlu Emmu, dró Lamba Karl koyggjulúkuna frá í lugarinum, og ígjøgnum tjúkka roykin rópti hann: “Verður livað?” Kokkurin, Sólheim, á Marknagarði, svaraði prompte: “Tað verður livað!”

 

Hóast Runavíkar kommuna fekk ein smeit, sum hevur kostað borgarum okkara einar 5-6 milliónir krónur – trífjerðings skattaprosent – áleið – í mistum inntøkum og øktum útreiðslum, so hava tær kommunalu funktiónirnar í stóran mun virkað ótarnaðar. Vinnan og tey virkandi í henni hava havt úr at gera, og vónandi fara marknaðarviðurskiftini úti í heimi at stabilisera seg aftur soleiðis, at útflutnings-vinnurnar fáa rúmari ræsur á slóðum til svangar og kræsnar gómar úti í heimi.

 

Okkurt bendir á, at tær sjey kýrnar, prúðar og væl í holdum, nú eru komnar á annan áarbakkan við Nilánna og hava bitið tað mesta av sevgrasinum. Harfyri eigur eitt framkomið samfelag, eisini ein kommuna, ikki at bíða eftir at hesar fara at gloypa hinum sjey kúnum, ljótar og illa í holdum. Óvanliga undangongan hesi seinru árini fer ikki at halda fram, skattatølini benda longu tann vegin, men harfyri er ongin orsøk til stúran, og als ongin orsøk til at taka í regulatorin og sláa gonguverkið í bakkgear. Tað ræður bara um at repa nakað, soleiðis at politiska siglingin verður laðað eftir búskaparligu veðurlíkindunum. Ongin ivi er um, at nývalda býráðsmanningin er so skilagóð, at hon fer at umsita ognirnar hjá okkum øllum á skynsaman hátt, samstundis sum hon fer at fremja verk, ið fara at gera kommununa til eitt uppaftur betri øki at búleikast í um 4 ár.

 

Í nakrar dagar hava vit liva saman við eini einastandandi undirstøðu – Eysturoyartunlinum. Eitt prógv um, hvat ið kann fáast burturúr, um nógvar hendur lyfta í felag. Bara tíðin fer at avdúka, hvørjar avleiðingarnar vera, okkurt fer sjálvandi at flyta seg, men samanumtikið skal væntast, at Føroyar fara at mennast av hesum sum av øllum øðrum infrastruktuellum íløgum higartil, og sjálvandi fara vit, næstu grannarnir, at fáa mesta fyrimunin av hesum. Allir møttir tingmenn atkvøddu fyri at fara undir hetta og at skekla Sandoyartunnilin í verkætlanina. Hóskiligur solidaritetur í einum framkomnum samfelag. Í Ameriku situr ein banki og bíðar eftir at fáa 3 milliardir av læntum fæi aftur úr Føroyum, teir hava sýnt okkum álit, tí sømir tað seg lítið, av berum og blektaðum opportunistiskum ávum, at sáa iva um hvussu lánsbyrðan skal gjaldast aftur ørðvísi enn avrátt er.  Tá slík órógv kom oman av tí politiska parnassinum kom mær hin vísi Sálomon til hugs: “Hin vinnusjúki (grádigi) veldur trætur, men tann, sum lítur á Harran, fær signing.”

 

Við hesum fari eg at ynskja borgarum okkara eitt gott og happadrúgt nýggjár. Í væntanini um, at vit nú fara at basa farsóttini, verður manøvrurúmið rúmari hjá okkum øllum. Í vinnu, skúlum og ansingastovnum. Teimum sum hava kent mesta sviðan av heilsuligu hóttina, eldru borgarar okkara, sum húsast á Røktar- og Ellisheiminum, Vesturskini, Sjóvarlon og dagtilhaldinum á Skála, verður send ein serlig heilsan í vónini um, at gerandisdagurin um stutta tíð fer at gerast meiri høgligur aftur. Nývalda býráðnum ynski eg hepni og Guðs signing í arbeiðnum at lyfta kommununa upp á eitt hægri stig.

 

“No Man is an Island”. Orðini eigur bretski poeturin John Donne. Hann fór foldum frá fyri smáum 4 hundrað árum síðani. Í mun til Paul Simon, sum í einari kreppuløtu yrkti sangin “I Am a Rock”, skilti anglikanski yrkjarin Donne, at eitt samfelag ikki fæst at virka uttan so, at vit øll skilja okkum sjálvi sum part av einum samfelag. Lyfta í felag. Ella sum hann legði afturat:

 

No man is an island entire of itself; every man

is a piece of the continent, a part of the main.

 

Gott nýggjár.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini