Lýsing
Lýsing

Rottur í Sandoynni

SKRIVAÐ: Zakarias Wang  |  23.01.2021 - 07:58 Lesarabrøv Tíðindi

Tað vóru døpur tíðindi vit hoyrdu um at rotta var sædd í Sandoynni. 

Hetta var sjálvandi væntandi, tí síðan skipið “Kongen af Preussen”, sum var fult av rottum, í mai 1768 rak upp á land í Suðuroy, eru rotturnar komnar til Havnar í 1769. Í Eysturoynna komu tær í 1776, og til Vágar 1779. Svabo skrivaði um hetta á síðunum 216-219 í síni føroyafrágreiðing 1782. Hann ivast tó í, um havnarrotturnar eru komnar úr Suðuroy. Hetta ivamál er nú loyst, tí ílegukanningar hava prógvað, at hansara illbati er rættur, og at eingin skyldskapur er millum hesar stovnar. Tær í Norðoyggjum eru enn ein stovnur, sum er komin um 1900. 

Rottan er komin til Europa um ár 1700, og hevur her spjatt seg til flestu oyggjar. Men sjálvt í Danmark eru tó tvær oyggjar, sum eru rottufríar. Onnur er Anholt, har fá fólk búgva. Hin er Fanø, har tað búgva fleiri fólk enn í Sandoynni, og hagar ferjur sigla fleiri ferðir um dagin. Men har er væl skipað tilbúgving, og teir halda eyguni við um nakrar rottur koma, og berja tær niður so hvørt. Tað hevur higartil eydnast at forða rottuni at fáa fótafesti har (www. fanoe.dk Handlingsplan for bekæmpelse af rotter). 

 

 

Um tað mundið, rottan kom til Føroya, kom hon eisini til Amerika. Fyrst kom hon til havnarbýirnar við Atlantshavið, men so legði hon støðugt meir land undir seg, og nú er hon um alt Norðuramerika. 

 

 

Eitt undantak er tó. Hetta er kanadiski deilstaturin Alberta, sum er størri enn Frakland. Har gjørdust myndugleikarnir um 1950 greiðir yvir, at gjørdu teir einki við hetta mál, fór skilið at verða eins ringt og alla aðrastaðni. Tí avgjørdu teir, at tilbúgving skuldi setast í verk, og rottur, sum komu inn um markið, skuldu fyribeinast. Tað góða við hesum var, at tað var bíligari at verja á markinum enn at hava støðugt stríð av at halda rottunum niðri. 

 

 

Hetta eydnaðist. Hóast tað stútt koma rottur um markið, so verða tær niðurbardar, og talið av fráboðaðum er minkað, men allar fráboðanir verða tiknar í álvara. Tey sum har búgva eru errin av at hava megnað tað sum eingin annar hevur klárað (www.washingtonpost How Alberta sompletely eradicatet rats).

 

 

Á oynni Suðurgeorgia komu nógvir hvalabátar, og rottur komuvið teimum. Fyri nøkrum árum síðani varð eitt miðvíst arbeiði sett í verk, og tað er eydnast í 2018 at fáa oynna lýsta sum rottufría (www.bbc.com Rats driven from South Georgias wildlife paradise).

 

 

Vit hava á hvørjum ári nógvar útreiðslur av at halda rottunum niðri. Tað eru kommunurnar, sum skulu gjalda. Summar gera eitt gott arbeiði, men tíverri vísir tað seg, at rottur støðugt koma frá grannakommunum, har tær fáa frið. 

 

 

Tað sum tørvur er á, er at hetta málsøki verður raðfest hægri. Hava vit rottur í teimum stóru oyggjunum, kann tað nær sum helst henda, at tær koma til Sandoynna og hinar rottufríu oyggjarnar. Á hesum oyggjum noyðast vit tí at gera sum tey í Alberta og støðugt vera á varðhaldi at berja niður tær rottur sum koma hagar. 

 

 

Vilja vit heilt sleppa undan hesi støðugu marru, kunnu vit gera eins og tey í Nýggja Georgia og fyribeina øllum rottum í Føroyum. So skulu vit bert hava eyguni við at ongar koma við skipum og flogførum, men hví skulu vit ikki klára tað eins væl og tey á Fanø?

 

 

Men hvussu skulu vit fáa gongd á hetta mál?

 

 

Onkur má ganga á odda.

 

 

Nú hoyrdist í fjølmiðlunum, at Teitur Samuelsen, stjórin í Eysturoyar- og Sandoyartunlinum, hevði sera skilagóð sjónarmið í hesum máli. Hann var greiður yvir vandan og vísti á, hvat skuldi gerast fyri at forða rottum at koma til Sandoyar. Nú hevur hann júst framt tað bragd at fáa gjørt tunnilin millum Skálafjørðin og Suðurstreym til tíðina og uttan meirkostnað, so her er ein maður, sum megnar at seta tað í verk, sum honum er álagt av myndugleikunum. 

 

 

Hevði tað ikki verið hóskiligt, at kommunur og landsstýri fingu honum tann setning at gjørt Føroyar rottufríar?

 

 

Royndirnar í Suðurgeorgia benda á, at eftir nøkrum árum veksur fuglameingi eisini har rotturnar hava avoytt nógvan fugl. Sum er hava vit heimsins størsta drunnhvítabøli í Nólsoy, men drunnhvíti hevur verið á øllum oyggjum og hann kann tí koma aftur. Sama er við skrápinum. Teir stríddust í næstan tveyhundrað ár ímóti rottunum í teimum stóru oyggjunum, men so taptu teir. Teir eru tó enn í Føroyum og kunnu kanska eisini koma aftur har teir hava verið. Sama er við lundanum. 

 

 

Føroyar kunnu aftur gerast eitt fuglaparadís, og vit kunnu øll gerast betri fyri, um vit fáa røttu fólkini til at útinna hetta týdningarmikla verk.

 

 

Zakarias Wang

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Søguligar kappróðrarmyndir
Næmingar á Skúlatrøð vitjaðu Sjónám
Vita vit einki um føroyska skarvin?
Eingin kost­ráð­gevi knýttur at maga- og t…
Christoffur og Julia halda fram í Stjørn…
Kanningar til film um Lækna­stríðið
Fakligur íblástur til námsfrøðiliga økið
Methøgur solvensur og framgongd í realk…
Lands­stýrið linkar koronukrøvini
Grindin ongan veg farin
Nú síggjast tjøldur
Tøkk
Norðlýsið á gøtuni
Tunlarnir fjølgast
Bilur rendi á grót
Er nakað, sum vit eiga at vita?
Semingsstovnu­rin komin uppí samráðingarn…
Fríða: Fiskur og skeljadýr á matskrá…
Skelting og føroysk bendingarlæra
Ímyndir av kvinnum – goymt gull frá List…