Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrsti MAXUS elbilurin komin til Nordcar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.01.2021 - 14:50 Tíðindaskriv Vinna

Áhugin fyri elbilum veksur skjótt, bæði tá talan er um persónbilar og vørubilar. Vit eru fegin og errin um samstarvið við RSA-Danmark, ið umboðar Maxus. Við hesum samstarvinum kunnu vit bjóða eitt breitt úrval av framkomnum elbilum - bæði til privat- og vinnu, sigur Palli Skorheim, stjóri á Nordcar.

Maxus

Maxus er ein partur av ovurhonds stóra SAIC (Shanghai Automotive Industry Corporation), ið framleiðir 7 milliónir bilar um árið, og sum samstundis er størsti bilframleiðarin í Kina og sjeyndstørsti bilframleiðari í heiminum.

Maxus Euniq 5 MPV – stórur elekstriskur familjubilur við 7 setrum
Fyrsti bilurin, ið kemur á goymslu hjá Nordcar er Maxus Euniq 5 MPV, ið er ein stórur og sera vælútgjørdur familjubilur við 7 setrum.

Euniq hevur eitt framkomið 52,5 kWh battarí, ið hevur eitt røkki upp til 325 km, mált eftir WLTP-skalanum, og el-motorurin hevur heili 177 elektriskar hestakreftir. Maxus veitir 8-ára/200.000 km battarígaranti og 5-ára/100.000 km garanti uppá sjálvan bilin.

Euniq MPV er stórur og rúmiligur, og takka verið 360ᴼ bakki kamera- og sensorum aftan- og framman er tað lætt og trygt at bakka og parkera familjubilin. Stóra panorama glastakið, ið eisini kann latast upp gevur gott ljós til øll ferðandi í bilnum. Familjan situr væl í góðum leðursetrum og gott pláss er til barnastólar. Euniq setur trygd- og komfort í hásæti og hevur m.a.: neyðbremsu assitent, 6 airbags, blindvinkul assistent, 4-økis klimaanlegg, Apple CarPlay, tráðleysan løðara til fartelefonir, fartpilot, el-setur við hita og el-baklúku – fyri bert fyri nevna nakað av tí, ið ger bilin serstakan.

Tú kanst eisini síggja filmsbrot, ið lýsir Maxus Eunik MPV her: https://www.youtube.com/watch?v=obl0WWwcAf0

Bilurin er komin goymslu, og tað verður høvi at síggja og royndarkoyra spennandi familjubilin.

Prísurin fyri Maxus Euniq MPV er 399.900 eftir MVG-afturbering.

Ynskir tú at frætta meira um elbilarnar frá Maxus; ring 290077 ella skriva ein teldupost til ho@nordcar.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eykakonsert: Heiðurs­konsert fyri ”Teimum…
Vel ein Hermann 26. mars!
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk