Lýsing
Lýsing
Lýsing

Størsta almenna verkætlanin í Norðoyggjum nakrantíð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.01.2021 - 12:29 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Týsdagin 26. januar og mánadagin 8. februar verður søga skrivað í Norðoyggjum. Leingi saknaðu tunlarnir, sum bíðað hevur verið eftir í fleiri áratíggju, vórðu loksins samtyktir 26. januar, og 8. februar verður fyrsta spakastykkið sett í svørðin. Talan er um eina risastóra verkætlan fyri meira enn hálva milliard, og blaðnum kunnugt er ongin størri almenn verkætlan nakrantíð sett í gongd í Norðoyggjum.

Áður hava vit skrivað, at tað kemur Landskassanum aftur um brekku, at Tunlar Norður um Fjall eru vorðnir útsettir so ofta. Kostnaðurin er meira enn tvífaldaður og kemur nú upp um eina hálva milliard, og harvið gerast tunlarnir Norður um Fjall dýrari enn Norðoyatunnilin.

Tunlarnir hava verið útsettir áður, og tá er kostnaðarmeting gjørd. Kostnaðarmetingin í 2009 segði, at báðir tunlarnir kundu gerast fyri 252 milliónir. Eina góða fjórðings-milliard fyri 2 tunlar. Nú í 2021, tá uppskotið er fyri í Løgtinginum, skal samtykkjast at játta 522 milliónir, og hetta er meira enn tað dupulta, ella 270 milliónir meira enn kostnaðarmetingin frá 2009. Sostatt hevur tað á ongan hátt loyst seg at bíða við tunlunum, tvørturímóti.

Men 26. januar var ein fagnaðardagur. Og undir triðju viðgerð tók heldur ongin tingmaður (m/k) hækkaða kostnaðin upp á tungu. Øll vóru samd um at atkvøða fyri, og tingfólkini, ið tóku orðið, vóru øll positiv. Jákup Mikkelsen, Beinir Johannesen, Kristin Michelsen, Bjørt Samuelsen, Bill Justinussen, Steffan Klein Poulsen (ið sjálvur býr norðanvert tunlarnar) og Beinta Løwe róstu øll verkætlanini, og summi teirra eisini Jørgeni Niclasen fyri at hava lagt so nógv fyri.

Í røðuni hjá sær nevndi Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, Viðareiðistunnilin og greiddi frá, at um hann ikki bleiv gjørdur áðrenn tunlar Norður um Fjall, so kom hann kanska ongantíð, og tí stóð fíggjarmálaráðharrin inni fyri raðfestingini. Somuleiðis blivu aðrar verkætlanir, so sum sambandið til útoyggjar og Fámjinstunnilin, umrødd, uttan nakað ítøkiligt, men kortini við positiviteti. Tær útbyggingarnar fara eisini at koma.

Spurningurin um linjuføring var eisini havdur á lofti, og tey tingfólkini, sum umrøddu linjuføringina, vóru á einum máli um, at tunnil til Gerðabø var tann besta loysnin. Tað tykjast fólk flest eisini vera samd um, men linjuføringin omanfyri Ánirnar verður tann, sum uttan iva verður tann endaliga.

Men nú mugu vit savnast um tað positiva. Tunlarnir koma, teir verða breiðir, ljósir og tíðarhóskandi. At landið leggur meira enn ½ milliard í Norðoyggjar í einum, er eisini heilt fantastiskt. Latum okkum lata stóru dýrkanina og linjuføringina liggja og heldur fegnast um tað góða. Tí hetta er fagnarstund fyri allar norðoyingar og fleiri onnur við.

Hiðani skal ljóða ein tøkk til Landsstýrið, til Føroya Løgting, til eldsálirnar Eystan Múla og øll onnur, sum ótroyttiliga hava stríðst fyri, at tunlarnir gjørdust veruleiki. Hetta hevur verið eitt seigt tak og ein tungur burður, men nú síggjast úrslitini, og um fá ár verður bíðitíðin endiliga av.

Hjartaliga tillukku, Føroyar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap