Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvørjar framtíðarætlanir hevur almenna partafelagið Posta?

SKRIVAÐ: Kári P. Højgaard, fyrrv. postboð og løgtingslimur  |  08.02.2021 - 10:04 Lesarabrøv Politikkur

Nógv er broytt innan postala heimin, síðan eg á løgtingsfundi royndi at greiða frá tí serstaka góðu tænastu, Postverk Føroya hevði við teimum rullandi posthúsunum, har (allur postur v.m. kundi avgreiðast á køksborðinum).

Sjálvsagt broytast tíðirnar og vit noyðast at tillaga okkum teimum nýggju avbjóðingunum, har e-mail í størsta mun hevur avloyst vanligt brævaskifti og heimagreiðslan peningaflutningin.

Í Danmark rekur Post Nord postflutningin og flestu posthúsini eru avloyst av bensinstøðum, smáhandlum og Brugsen. 

Leingi hevur ljóðað, at hetta sama mynstrið skal brúkast í Føroyum. 

Mær er sagt, at uppsøgn er send viðvíkjandi leigumálinum av posthúsinum í Saltangará og starvsfólkini, sum hava útberan og avgreiðslu av posti til størsta partin av Eysturoy, framyvir koma at arbeiða út frá Tórshavn. 

Tá tað ikki er neyðugt, at hava eitt posthús opið í Eysturoy til áleið 11.000 fólk varð væntandi, at so verða øll onnur posthús í landinum niðurløgd. 

Tí eru tað gleðitíðindi at posthúsið í Klaksvík, har kundagrundarlagið er góður helmingur  av Eysturoy, opnar í nýggjum hølum mánadagin 8. februar. 

Gott at fingið eina almenna kunning, hvørjar ætlanir og framtíðar visiónir vit kunnu vænta okkum frá almenna partafelagnum Posta.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…