Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðsøki hevði trupulleikar við gearinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.02.2021 - 14:52 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Veðrið lagaði seg ikki væl hjá útróðrarbátunum upp undir endan av vikuni sum fór, men fríggjadagin vóru teir aftur á útiróðri og í dag fara helst allir aftur til útróðrar eftir stormin í vikuskiftinum. Fyri umleið eini viku síðani fekk Norðsøki trupulleikar við gearinum. Hóast Eyðólvur Vang, skipari stúrdi fyri at tað kundi taka langa tíð til gearið bleiv í lagi aftur, so eydnaðist tað Mekanik í Runavík at fáa eykalutir skjótt til landið. Fríggjadagin kundu teir so fara ein túr aftur, men gearið lak nakað, so menn frá Mekanik vóru aftur og gjørdu tað sum skuldi til afturat, so í skrivandi stundi fer Norðsøki aftur til útróðrar.

Vit frættu frá Brandi fríggjdagin, teir høvdu 9.000 pund harav 2.600 pund av toski. Á Fiskamarknaðinum seldu Norðsøki 10.100 pund, Líðhamar 12.000 pund og Stakkavík 5.100 pund.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Lýsing