Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnukjak á Skúlatrøð í kvøld

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  24.02.2021 - 08:29 Politikkur Tíðindi Vinna

Í kvøld kl. 19 verður Fiskivinnukjak á Skúlatrøð uttan áhoyrarar - hetta vegna koronustøðuna. Kjakið verður víst beinleiðis í Kringvarp Føroya.

Samstundis, sum avgerð varð tikin fyrst í árinum um ikki at hava Torradagar í Klaksvík í ár, vegna tilmælini kring Koronu, vórðu samráðingar tiknar upp við Kringvarpið um at halda fast við Torratingið, kallað.

Tað hevur verið siðvenja á Torradøgunum at serliga floksformenninir á tingi hava kjakast um fiskivinnupolitikkin í breiðarimerking undir leiðslu av Jón Brian Hvidtfeldt og eisini hevur Óluvu Zachariassen verið við sum vertur.

Tí varð valt at skipa kjakið í ár bert sum eina sjónvarpssending uttan áskoðara, og at hon skal verða send beinleiðis frá Skúlatrøð. Tingmenn eru við, men eisini umboð fyri vinnuna verða við, har teimum verða settir ymiskir spurningar.

Tað er Kringvarp Føroya, sum skipar fyri fiskivinnukjakinum saman við Torradøgunum. Umboð fyri allar politisku flokkarnar á tingi verða við á fundinum.

Jón Brian Hvidfeldt verður orðstýrari, har til ber at senda spurningar inn umvegis netið

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…