Lýsing
Lýsing
Lýsing

Okkara vakra náttúra

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.03.2021 - 12:10 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár, leygardagin, valdu vit báðir Árni Elttør at ganga okkum ein túr í Skúvadal. Hóast veturin ikki hevur verið serliga harður, so hevur kavin ligið leingið og haraftrat hevur verið vátt og harðligt summar dagar, so vit, sum ikki eru so raskir at leypa avstað í øllum veðri, hava ikki fingið so nógvar túrar í vetur.

Leygardagurin royndist sera væl har eysturi, sólin sá allan fyrrapartin og lotið var ikki so kalt. Skótahúsið er komið væl frá vetrinum. Ongir lekar vóru at síggja nakrastaðni og lýtt og fjálgt var inni. Tað merktist væl at sólsellurnar á sunnaru síðuni høvdu gjørt umhvørvinum inni í skótahúsinum gott, tí her var eingin fuktur inni.

Enn er ikki nógv fuglalív at sígga. Tó so sóu vit trý tjøldur. Fleiri ravnar vóru at síggja á túrinum. Vit sóu eisini orsøkina til teirra vitjan, fleiristaðni lógu harurov og eisini sóu vit eina deyðseyð, har bert rovuni vóru eftir. Kavaveturin hevur kosta hjá teimum, sum liva úti í haganum alt árið.

Góðan hálvan annan tíma tók tað okkum at ganga eystur og góðan tíma aftur at húsum. Ein sera góður leygarmorgun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…