Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samrøðubólkur fyri Tvørkynd

SKRIVAÐ: LGBT Føroyar  |  08.03.2021 - 08:56 Mentan Tíðindaskriv

LGBT Føroyar bjóðar nú á fyrsta sinni samrøðubólk til tvørkynd.

Í samrøðubólkinum kunnu tvørkynd deila sínar royndir, tankar og upplivingar. Tú lurtar og lærir frá hinum í bólkinum, og kann stuðla og hjálpa øðrum í somu støðu sum tú.

Tað hevur stóran týdning at kunna tosa við onnur í somu støðu. Onnur sum skilja, hvussu ein hevur tað.

Samrøðubólkurin er ikki viðgerð, men eitt stað har fólk í somu støðu kunnu fáa ráðgeving, stuðul og hjálpa hvør øðrum.

Øll verða hoyrd, sædd og tikin í álvara og tað er púra upp til ein sjálvan, hvat ein ynskir at deila við hini í bólkinum.

Samrøðubólkurin verður eitt frírúm, har tú kanst verða akkurát tann tú ert uttan fordøming.

Samrøðubólkurin hittist annað hvørt hóskvøld kl. 19.00-21.00 í hølinum hjá LGBT í Tórsgøtu 16 í Havn

Tað verður sálarfrøðingurin Bjørt Lind, sum leiðir bólkin. Bjørt starvast í løtuni sum námslektari á Setrinum, og hevur eisini sálarliga viðgerð við bæði einstaklingum og pørum. Bjørt hevur royndir við samrøðubólkum, og hevur eisini arbeitt við tvørkyndum ungum.

Tað er ókeypis at taka lut og tú meldar teg til samrøðubólkin við at senda teldupost til lgbt@lgbt.fo ella við at senda okkum boð á facebook.

Freistin at melda til er mikudagin 10. mars.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
“Heima sum longst” – krevur innihald, ik…
Frá Open Door til Knock on Doors
Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir
Gongutúrur niðan á Klakk vísti nógv slit
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…