Lýsing
Lýsing

Sjey lond samstarva um norðuratlantiskt hackaton

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.03.2021 - 14:45 Tíðindaskriv

Í hesum tíðum við afturlatnum samfeløgum, ferðaavmarkingum og heimaskrivstovum er tað avbjóðandi at vera nýhugsin og samstarva á altjóða støði. NORA ætlar at venda hesi gongd við at skipa fyri einum talgildum hackathon fyri ung úr teimum norðuratlantisku londunum.

‘Think Rural, Think Digital, Think Ahead!’ verður hildið 19. til 21. mars við tí endamáli at vekja áhugan hjá ungum fólkum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Norra, Skotlandi, Maine í USA og Ontario í Kanada til at saman menna loysnir upp á felags avbjóðingar.

Norrønt Atlantssamstarv (NORA) skipar fyri tiltakinum í samstarvi við skotska Highlands and Islands Enterprise (HIE). Harumframt eru University of New England og kanadiska Cooperation Council of Ontario við sum samstarvsfelagar. Norðurlendska ráharraráðið og tann skotski myndugleikin eru við til at fíggja tiltakið.

At luttakarar hava ymiska bakgrund hevur týdning á hesum hackathon. Forritan, formgáva, starvsfólk innan heilsuverk, virkandi á ferðavinnuøkinum ella tey, sum lesa innan íverksetan, heilsu ella ferðavinnuna, hava øll førleikar, sum kunnu koma við íkasti til góðar loysnir undir einum av teimum tveimum høvuðsevnunum: Talgild heilsa í ruralum økjum og enduruppbyggjan av ferðavinnuni í ruralum økjum eftir heimsfarsóttina. Øll í aldrunum 18 til 35 ár kunnu luttaka.

Kappingin fer vónandi at føra til talgildar loysnir, sum gera umráðandi heilsutænastur atkomuligari, og sum fremja ein burðardyggan vøkstur fyri ferðamannaídnaðin. Teir ungu luttakararnir fáa eisini stuðul við einari vegleiðing innan íverksetan.

Luttøka er ókeypis, og tey altjóða liðini eru samansett av fýra ella fimm fólkum við ymiskari bakgrund og førleikum, sum koma saman fyri at formgeva, kanna og skapa nýhugsandi hugskot.

Peningavirðislønir og møguleiki fyri virkismenning er í væntu til tey bestu hugskotini innan bæði evnini.

Eitt norðuratlantiskt ‘acceleratorprogram’ er eisini í gerð og fer av bakkastokki í samband við hetta tiltakið.

Aðalskrivari í Norðurlendska ráðharraráðnum, Paula Lehtomäki, sigur soleiðis um tiltakið:

«Norðurlendska ráðharraráðið fegnast um at vera við til hetta hackathon. Skottland, Maine og eystara Kanada eru umráðandi nábúgvar og samstarvsfelagar fyri Norðurlondini, og hetta tiltakið, sum setur talgilda heilsu og ferðavinnu í bygdarøkjum í miðdepilin, er eitt gott høvi til at skapa tættari og sterkari bond, bæði á einum politiskum og einum persónligum støði. Eg gleði meg til at síggja úrslitini og tey góðu hugskotini, sum birta úr hesum vikuskiftinum.»

Formaður fyri NORA, Jákup Mørkøre, er eisini vónríkur:

“NORA gleðist um at samskipa enn eitt hackathon í samstarvi við ta skotsku stjórnina og HIE. Tað er eyka stuttligt, at vit hesa ferð eru farin tvørtur um Atlantshavið og hava víðkað tiltakið til eisini at umfata Maine og Ontario. Fyri NORA sum eitt samgongubyggjandi felag, gleða vit okkum til at síggja norðuratlantiskan ungdóm menna og verkseta hugskot saman.”

Ársins tiltak kemur í kjalavørrunum av einum væleydnaðum hackathon í mai í fjør, har nógv ung úr fimm londum luttóku. Vinnarahugskotið varð ment av einum toymi við tveimum fólkum úr Skottlandi, sum mentu eina shopping-app.

Hackathon byrjar fríggjadagin 19. mars kl. 18.00 og endar sunndagin 21. mars kl. 18.00.

Á thinkrural.org kanst tú finna meira kunning og melda teg til. Tilmeldingarfreistin er 15. mars.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Søga 4 - video
166 børn- og ung á bíðilista til Barna-…
7 ferðamál beinleiðis í summar
Kom og royn stóra útitalvið niðri í Vági
Gongutúrur fyri kvinnur, sum hava ella h…
Málið um óljóð frá skipum verður nú loys…
Vit minnast tónleikin
Waag spílar seg út
Føðingardagsheilsan nú Javni fyllir fimm…
KÍ liggur til at taka málmetið frá HB
Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra há…
Norðlýsið á gøtuni
Sildavørur við bátabrúgvar­nar leygardagi…
Kristiliga Sangkórið á Norðskála og í Mj…
Vágatunnilin og Norðoya­tunnilin dagførdi…
Kunningarfundur um ADHD
Glaðir áskoðarar við Áir fyri løtu síðan…
KÍ vann 9-0 á Dungasandi í dag
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Atlantic Fair aftur á skrá í 2022