Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jan Vang, skipari á Eivind | Mynd: privat mynd

Skipari: Løgmaður ímóti býtinum av eginkvotum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.03.2021 - 11:15 Politikkur Tíðindi Vinna

Løgmaður skyldar Føroya fólki, um ikki, so hvørfall okkum, sum fåast vid fiskaríð á fjarleiðum við línu, hvat hansara grundgeving er fyri, at steðga hesum máli, ella um tað passar, at tað er hann sum liggur í buktini, sigur Jan Vang skipari á Eivind á sínum facebook vanga

Skrivið hjá skiparinum á Eivind er hvassorðað og hann heldur lítið um leiklutin hjá løgmanni í hesum máli. 

Fólkaflokkurin lovaði veljarum, at eginkvota skuldi fáast uppá pláss fyri fjarðleiðirar hjá línuflotanum og kom tað í samgonguskjali. Síðsta àr bleiv ikki stundir at gera tað, bleiv okkum greitt frá, men í àr skuldi tað verða. Fiskimàlaråharrin vil brúka ein leist at bíta eftir, sum er brúktur í øðrum skipabólki, 75/25 t.v.s. vunnin rættindi og so loyvi, skrivar Jan Vang. 

Málið hevur verið til hoyringar og er komið aftur til fiskimálaráðharran og hevur hann nú fullan rætt at lýsa kunngerðina. Men nú frættist at løgmaður er ímóti, at tað verdur býtt uppá handan mátan, sum er brúktur fyrr og nú skal aftur verda sama óskil sum onnur àr við olympiskum fiskaríi, skrivar Jan Vang. 

Haldi at løgmaður skyldar Føroya fólki, um ikki, so hvørfall okkum sum fáast við fiskaríi à fjarleiðum við línu, hvat hansara grundgeving er fyri at steðga hesum máli, ella um tað passar, at tað er hann sum liggur í buktini. Línuflotin eftirlýsir tryggar karmar at virka undur og eru tað reiðaríðir, sum hava gjørt íløgur í skip fyri at kunna fiska à fjarleiðum og hava gjørt tað í nøkur àr nú, sigur Jan Vang. 

Leisturin sum Vestergaard ætlaði at brúka, hevði gjørt at tað var lív laga hjá línuflotanum, sum hevur virkað nú í nøkur àr à fjarleiðum, men hetta sum nu verður aftur ella um kvoturnar skulu deilast út à øll línuloyvir, ger at eingin yvirlivir, sigur Jan Vang.

Haldi tad hevdi verdi hóskandi at fjølmidlanir høvdu kunna spurgt Løgmann, hví tað skal verða olympiskt ella líka yvir øll loyvir, hvat grundgeving hann hevur, tí bæði drepur allar, skrivar Jan Vang

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap