Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjónleikarafelagið eigur at fáa loftið í Spinnarínum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.03.2021 - 23:59 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Á býráðsfundinum í kvøld, var mál um Spinnaríið til viðgerðar. Í samband við málið reisti Jógvan Skorheim, býráðslimur, spurningin, um ikki sjónleikarafelagið kundi fingið innivist á loftinum í Spinnarínum, nú røddir hava verið frammi um, at tillagingar ætlandi verða gjørdar í virkseminum í húsinum.

Á býráðsfundinum í kvøld, var mál um Spinnaríið til viðgerðar. Í samband við málið reisti Jógvan Skorheim, býráðslimur, spurningin, um ikki sjónleikarafelagið kundi fingið innivist á loftinum í Spinnarínum, nú røddir hava verið frammi um, at tillagingar ætlandi verða gjørdar í virkseminum í húsinum.

- Hóast vit - um ikki so langa tíð - fáa nýtt mentanarhús í býnum, so er neyðugt at geva sjónleikarafelagnum væl betri umstøður at venja og húsast í til dagliga virksemi sítt. Umstøðurnar í kjallaranum í gomlu Sløkkiliðsstøðini eru als ikki nøktandi, og nú møguleikar eru fyri at gagnýta loftið í Spinnarínum, so eigur hetta at hava hægstu raðfesting, sigur Jógvan Skorheim.

Hann vildi eisini hava at vita frá forkvinnuni í Mentanarnevndini, um býráðið ikki kundi raðfesta soleiðis, at Sjónleikarafelagið fekk hølini.

- Í mentanarhúsinum fær sjónleikarafelagið ein nútímans og hábærsligan pall, ið av røttum tænir leiklistini í kommunu okkara. Men umstøðurnar í gerandisdegnum hava stóran týdning fyri felagsskapin, og tí er tørvur á at brúka teir møguleikar, ið stinga seg upp, sigur Signhild V. Johannesen, býráðslimur.

Hóast einki lyfti varð givið, so røkist fyri, at málið kann fáa undirtøku av býráðsmeirilutanum.

Spinnaríið er komið til heiður æru, og nú má nógv fjølbroytt virksemi blóma í húsinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap