Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ímóti vindmyllupark í Eiðis haga

SKRIVAÐ: Sofus Hansen  |  26.03.2021 - 22:42 Lesarabrøv Politikkur

 Eg má siga at er eri hart ímóti at vindmyllur verða uppsettar, hetta orsaka av,at tað ikki er nøkur greið lóg fyri burturbeining av gomlum battaríum.

Nú nógv verður tosað um vindmyllupark í Eiðis haga, kundi eg hugsað mær at gjørt nakrar viðmerkingar til hettar málið

Í 1985/86 vóru gjørdar fuglakanningar av fuglalíviðnum runt vatnið, og var tað eitt danskt felag "Dansk vandkvalitets institut "sum umbað kanningina, eisini var tað polittisktur áhugi uppi í, summir vildu friða økið runt vatnið og nakað uppfrá, men fekst ikki undirtøka fyri tí, hetta var umleið 1987/88

 Tað var um hetta mundi nógvur fuglur runt vatnið, Spógvi, Tjaldur, Myrisnípa, Fjallamurra,Helsareyði, Lógv, Steinstólpa, Grælingar, Prestakragar. Á vatninum var eisini ein rúgva av ymiskum dunnusløgum og Rita og Másafuglar, Likka og ikki minst fitt av Kráku og Ravni og sum øllum kunnugt, er hettar rovfuglur. Skjýtur tú Ravn og Kráku, so kan eg upplýsa at "Nevtollur” ikki er avtikin. Hettar merkir, at syslukontórið skal gjalda fyri hvørt nev.

 Venda vit so aftur til SEV, jaso hava teir tikið stóran part av haga til vatnsamling. Tunnlar eru boraðir frá Veðranesið og norður til vatn á Eiði, Teir hava borað tunnil líkað norð til Norðhavið, tað sæst javnan at Sev sleppur stórar nøgdir av vatni út á sjógv . Norðan fyri SEVverkið er sprongt grót burtur, har vatnið kemur út og endar á sjónum ! Sev skuldi eisini fingið harðar átalur fyri at tað IKKI er hegnað, har vatnið kemur út, og ongin fráboðan kemur, tá vatn verður slept.Bæði turistar og fólk annars, sum hava áhuga fyri náttúruni, eru vorðin skelkað av, at tá tey eru á veg norður so stendur bráðliga sprænur úr fjallinum. Vit, sum búgva í Ljósá og Eiði, síggja hvussu stórar nøgdir av vatni fara til spillis !

 SEV fekk loyvið til at taka ALT vatnið og hvørja Á, so minsta krav frá okkum borgarum í Eiðis komunu má vera, at SEV nýtir 100% av orkuni og ikki sum nú har bara 80% vera gagnnýtt. Sum støðan er í dag, koyrir verkið ikki 100% effektivt, so álagt skuldi verið, at teir uppgradera verkið, so alt vatnið kan gagnnýtast. Ongin ivi er, øll 100 % eiga at verða gagnnýtt!

 Tað verður eisini tosað nógv um grøna orku. Eitt er grøn orka, men um vit skilja tað rætt, so skulu eisini byggjast goymslur til streymin. Hetta verður gjørt, við at stór battaríir skulu nýtast. Nú kanst tú IKKI kallað tað ”grøn orka” meira, nú kallast tað SVØRT orka, sum kemur at dálka enn meira, enn tað ger í dag. Hetta er eisini galdandi fyri El-bilar, og hvør skal taka ímóti øllum battarínum, tá tey eru farin ? Skulu tey sløðast runt um og dálka ? Nei kæru lesarar, tað sum ætlanin er at gera, er at landsins mynduleikar, bilasølur og SEV koma at dálka náttúruna enn meira.Eg vænti, at vit bara skulu eini 5-10 ár fram, so koma vit at síggja árinini av stórari dálking av gomlum battríum.

Skulu vit hava grøna orku, ja so skulu landsins mynduleikar beinanvegin gera lóg fyri burturbeining av tí stóru dálking sum fer at koma. Eri bangin fyri at vit bíta okkum í halan, um stutta tíð.

 Eg trúgvi ikki, at nakar er ímóti grønari orku, men so skal tað vera grøn orka sum ikki skal standa fyri 65% av allari dálking! Mín áheitan til SEV er púra klár, vís okkum orkutølini fyri verkið á Eiði og vís okkum hvussu nógv vatn fer gjøgnum tunnilin og beint á sjógv.

 Eg má siga at er eri hart ímóti at vindmyllur verða uppsettar, hetta orsaka av,at tað ikki er nøkur greið lóg fyri burturbeining av gomlum battaríum.

Politikkarar verða kroystir at siga gott fyri vindmyllum og El-bilum. Fyrsti priotetur er, at SEV og allar bilasølur - ja alt Føroya fólk- skulu hava greiðar reglur fyri burturbeining av sterkt dálkandi battaríum

 Mín vón er at SEV kan framleggja tøl fyri nýtslu av vatninum á verkinum her Norðuri, og ikki minst at SEV vísir hvussu nógv tons av vatnið fara óbrúkt á sjógv

 Tá hettar er ávíst og vit fáa vissu fyri, at náttúran og tað fuglalív sum er her eisini verður vart, ja so kunnu vit tosa aftur um eina vindmyllupark á Eiði, eina park sum er 100 % rein.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…