Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greiður sigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.04.2021 - 20:24 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var, tá Stjørnan og VB í dag hittust í KÍ-høllini til fyrru hálvfinaluna í niðara bólkinum. Úrslitið gjørdist ein greiður 31-20 sigur til Stjørnuna.

Stjørnan tók leiðsluna beinanvegin, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 10-4 til Stjørnuna. Henda leiðslan helt líka til hálvleiks. Hálvleiksstøðan varð 16-8 til Stjørnuna.

Tað gekk javnari á í seinna hálvleiki, liðini skiftust um at skora, men VB megnaði ongantíð at hótta leiðsluna hjá Stjørnuni, og tá dómararnir blikslaðu fyri seinastu ferð, vísti talvan 31-20 til heimaliðið.

 Við sigrinum hevur Stjørnan tikin eitt stórt stig ímóti finaluni, men enn er onki avgjørt. Seinna hálvfinalan verður leikt í Vági 2. páskadag. Hendur tað, at VB vinnur tann dystsin, so skal ein triðja hálvfinala leikast.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Julia Nalivko 10, Jancy Jacobsen 6, Hervør Olsen 4, Tóra Eliasen 3, Ella Samson 3,Joan Sørensen 3, Sonja Sirdal 1 og Maria Biskopstø 1

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…