Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stór uppboðssøla við føroyskari list

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.04.2021 - 17:33 Mentan Myndarøð Tíðindi

20 spennandi listaverk av Olivur við Neyst koma á uppboðssølu á Folist.fo

Olivur vid Neyst er eitt markant navn innan føroyskan list, og her er talan um oljumálningar og steinprent. Hartil koma eru nøkur verk við pastel og vatnlitum, sum koma á uppboðssølu hvønn hósdag komandi mánaðirnar. Byrjað verður 15. apríl.

 

Sermerkt fyri uppboðssøluna er, at talan er um nógv rættiliga persónlig listaverk.

Eitt nú er ein flott tekning frá 1972, har Olivur nýtur signaturin ”Olivur Poulsen”. Hetta er signaturur, sum varð nýttur, áðrenn hann byrjaði at nýta signaturin ”Olivur við Neyst”

Eisini er ein sjálvmynd av Olivur við Neyst frá 1975 og eitt portrætt av Olivur við Neyst, sum Torbjørn Olsen hevur gjørt.

Nevnast kann eisini, at tveir vatnlitir eru av Olivur við Neyst og Torbjørn Olsen, har teir nýta sama motiv av bygdini Húsar á Kalsoynni.

Høvuðsverkið á uppboðsøluni er allerhelst tann stóri oljumálningurin, 1985.

Eisini eru listaverk av Elingborg Lützen, Janus Kamban, Torbjørn Olsen, Sigmund Petersen, Jack Kampmann og Eyðun av Reyni.

Uppboðsølan verður hvønn hósdag komandi mánaðirnar, og selt verður á folist.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?