Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: Víkingur-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.04.2021 - 06:28 Ítrottur Tíðindi

Grannauppgerðin hesaferð er eisini millum tey bæði bestu liini fyrstu fýra umførini.

Hvørki av liðunum hevur tapt nakran dyst enn, so sjalvsálitið er helst gott í báðum hópum.

Hjá Víkingi er Finnur Justinussen ikki tøkur restina av kappingarárinum vegna skaða. Arnbjørn Svensson er í løtuni í Danmark í útbúgvingarørindum og hann missir hendan dystin. 

Hjá KÍ er ivamál um Claes Kronberg, sum ikki var í hópinum seinast, Deni Pavlovic, sum ikki kom á vøllin seinast og Heina Vatnsdal, sum fór út við einum snuddi í hálvleikinum. Hinvegin spældu Jesper Brinck og Ivar S. Rønning sínar fyrstu dystir hetta kappingarárið seinast, so KÍ fær ikki trupulleikar við at manna plássini við royndum leikarum, um nú onkur av hesum leikarum ikki verður tøkur.

KÍ á 1. plássi hevur 12 stig, meðan Víkingur á 2. plássi hevur 8 stig. Dysturin í Norðragøtu byrjar í kvøld kl. 19.00. Dómari verður Dagfinn Forná.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt