Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fullsett til fyrilestur um rúsevnismisnýtslu millum ung

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  14.04.2021 - 12:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hølini í Soli Deo Gloria vóru fullsett av áhoyrarum týskvøldið, har viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Soli Deo Gloria og Klaksvíkar kommunu, skipaði fyri kunnandi fyrilestri, sum Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur, hevði.

Endamálið við tiltakinum var at upplýsa um, hvussu vit kunnu fyribyrgja rúsevninsmisnýtslu, og hvørji eyðkenni ein skal vera varugur við, og at geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum.

Hallgerð Akurstein, leiðari fyri Soli Deo Gloria, beyð vælkomið og greiddi frá skránni, og gav síðan orðið til Erling Fles, ið arbeiðir sum sálarfrøðingur fyri viðgerðarstovnin Frælsi. Fyrilesturin, sum var ókeypis, hevði vakt stóran áhuga millum manna, tí rúmligu hølini vóru fullsett av áhoyrarum, og eftir fyrilesturin vórðu nógvir spurningar settir og fólk skiftu orð um evnið.

Umframt Erling Fles vóru eisini onnur starvsfólk hjá Frælsi við til tiltakið og vóru tøk til spurningar og prát, og eisini greiddi Heidi Tvørfoss, starvsfólk hjá Frælsi, frá teimum skeiðum, sum Frælsi bjóðar familjum.

Aftaná bjóðaði Soli Deo gloria kaffi og køkur í hugnaligu matstovuni við útsýni yvir vágna í Klaksvík, har luttakararnir fingu høvi til at práta víðari saman.

Eitt væl eydnað tiltak, sum staðfesti, at stórur áhugi er fyri hesum týdningarmikla evni. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online