Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tórshavnar Kommuna kann saktans vera fegin. Á heimasíðu sínari fegnast kommunan tann 13. apríl um, at tað eydnaðist at fáa Veðurstovu Føroya lagda har. | Mynd: torshavn.fo

Miðsavning ger Føroyar fátækari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.04.2021 - 10:46 Leiðarin Politikkur Veðrið

Líka so stórt frambrot, sum tað var at fáa eina føroyska Veðurstovu og veðurtænastu á føroyskar hendur, líka stórt vónbrot var tað at frætta, at veðurstovan, sum næstan alt annað alment virksemi, fer at verða staðsett í Tórshavn. Harvið gera vit tað frammanundan evarska lítla pinkulandið Føroyar uppaftur minni. Og tað uttan ferilin av sakligum grundgevingum.

Eitt er tað reint fíggjarliga. Almennir stovnar í Tórshavn, sum húsast til leigu, rinda ein munandi hægri leigukostnað fyri hvønn m², enn teir gera aðrastaðni. Tí skuldi ein trúð, at har máttu óvanliga góð argument fyri kortini at velja Tórshavn sum staðseting av almennum virksemi. Men har kom ikki eitt tað einasta argument. Almennir stovnar tykjast bara detta niður í Tórshavn av sær sjálvum, og uttan nakra fólkaræðisliga viðgerð.

Seinasta valskeið sóu vit eina yvirtøku, ið gjørdist nýstovnaða Familjufyrisitingin. Her var upplagt at lagt Familjufyrisitingina onkrastaðni úti kring landið, men tá var mótargumentið, at talan var ikki um nýggj størv, men fólk sum longu høvdu arbeitt hjá Ríkisumboðnum, og tí var onkursvegna “hevd” fyri at lata størvini halda áfram í Tórshavn.

Men, eisini sama valskeið, fingu vit ein spildurnýggjan almennan stovn, ið eitur Vegleiðingarstovan. Øll størvini har vóru nýggj størv og høvdu tí ongar røtur ella hevd nakrastaðni. Men eisini har bleiv stovnurin lagdur í Tórshavn, uttan nakra sakliga grundgeving, og uttan nakra fólkaræðisliga viðgerð frammanundan.

Hóast tingfólk og landsstýrisfólk í hesi samgonguni í nógv størri mun koma úr útjaðaranum, enn tey gjørdu í síðstu samgongu, so tykist eisini hendan halda áfram við sama automatikki, har bæði nýggir og yvirtiknir almennir stovnar av sær sjálvum verða staðsettir í miðstaðarøkinum. Til dømis var eitt tað fyrsta, sum hendi, tá Eysturoyartunnilin læt upp, at einasta “út-deild” hjá ALS varð niðurløgd og alt virksemið flutt til Havnar.

Veðurforsagnir eru seinastu tíðina fyrst og fremst komnar av Viðareiði. Nú gera vit eina hálva milliardaíløgu í betrað samferðslukervi við nýggjum Tunlum Norður um Fjall, so hví ikki leggja ein almennan stovn norðanfyri eystara tunnilsmunnan? Saklig ynski eru eisini komin úr Vágum um at hava Veðurstovuna har, tætt við flogvøllin. Í øllum førum áttu vit at torað at tikið kjakið, men tað fáa vit ikki – tí avgerð er longu tikin frammanundan um, at Havnin skal hava Veðurstovuna.

Blíva vit við uppá hendan mátan, so verða Føroyar sera fátækar um nøkur ár. Sera mong fólk flyta til Havnar, m.a. tí at Landskassin brúkar næstan allar sínar pengar har. Útjaðarin verður fátækari og fátækari, tí stovnar verða niðurlagdir har og eisini fluttir til Havnar. Fesk dømi eru føðideildirnar og deildin hjá Arbeiðsloysisskipanini í Saltangará.

Gongdin má vendast, skulu Føroyar gerast rættvísar. Hóast vit eru kanska heimsins javnasta land, tá tað kemur til lønarinntøkur, so skríggjar tann geografiski ójavnin til himmals.

Politikarar, gerið tað rætta! Takið fólkaræðisligu diskussióna um, hvar almennir stovnar, nýggir sum yvirtiknir, skulu staðsetast. Verður niðurstøðan, at onkur teirra liggur best í Tórshavn, so er tað í lagi. Men ikki bara leggja alt í Havn av gomlum vana.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…