Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Eru Føroyar veruliga heimsins nalvi, ella eru tær bara heimsins nalvi í Føroyum?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  19.04.2021 - 07:43 Bloggur Mentan

Føroyingar harmast og illskast lættliga, tá útlendingar lítið ella onki vita um Føroyar. Men hvussu nógv vita tygum um Álandsoyggjarnar, Orknoyggjarnar, Hetland, Hebridurnar Guernsey, Jersey, oynna Man, Andorra, Lichtenstein ella Vatikanstatin? Helst ikki eina rúgvu. Hví skulu so øll hini vera staðkend í Føroyum?

Sum øllum kunnugt, hevur júst verið landstingsval í Grønlandi. Og, ólíkt undanfarnum valum, so hava donsku fjølmiðlarnir gjørt nógv burturúr hesum valinum. Bæði DR og TV2 høvdu tíðindafólk í Grønlandi, og sendi reportagur fleiri ferðir um dagin í útvarpi og sjónvarpi. Slíkt er ikki hent áður, og grønlendingar kunnu helst takka Washington, Peking og Moskva fyri at so var. Sjálvt norska NRK hevði frásøgn um valið á heimsins størstu oyggj og mintust, tá Quisling og viðhaldsfólk royndu at leggja Eysturgrønland undir seg.

Tað er loksins um at gerast dønum greitt, at Grønland er ikki longur lítlibeiggin í ríkisfelaksskapinum, men heldur stóribeiggin, tí landið er 50 ferðir størri enn Danmark og fevnir um umleið 90% av Kongaríkinum Danmark. Grønland er eisini mangar ferðir tilfeingisríkari enn Danmark, og hernaðarliga/strategiskt nógv meira týðandi enn DK – hetta, og nýggju siglingarleiðirnar norðanfyri, eru orsøkin til at nevndu stórbýir sýna landinum slíkan áhuga.

Í Washington hava tey nú ein leiðara, ið enn tykist at vera eitt hampafólk – eg vildi ynskt at eg kundi sagt tað sama um knokkarnar, sum sita í Moskva og í Peking. Danir eru helst av somu áskoðan, sum undirritaði, tí aka teir nú á knøum fyri grønlendingum av ótta fyri, at nýggi stóribeiggin fer at venda teimum bakið, og at teir tí fara at enda við at tveita Grønland í føvningin á einum av áðurnevndu stórveldum, helst USA, um danir ikki bera seg rætt at.

Veljarakanningar siga, at 80% av grønlendska fólkinum eru fyri loysing. Tó eru ikki øll fyri at ”kubba á stokkinum” beinanvegin, men eru fyri at arbeiða fram móti loysing, so hvørt grundarlag er fyri tí. Og her kundu tey kanska lært eitt syndur av grannanum Føroyum, sum nú hava havt heimastýri í trýfjórðingsøld. Hesi árini eru Føroyar mentar munandi á so mangan hátt, og hava soleiðis prógva, at kunnleiki, førleiki og orka eru neyðug, um eitt land skal mennast. Tað eru alt ov mong dømir úti í heimi um lond, sum veruliga hava kubbað á stokkinum, áður enn tey vóru búgvin til tess, og sum afturfyri hjálandaveldið hava fingið ruðuleikaveldið. Vónandi fella grønlendingar ikki í somu grøv! Rom bleiv ikki bygdur eftir einum degi, tað verður eitt frælst og sjálvstøðugt Grønland heldur ikki. Fram kemur tann, ið hóvliga fer – vit ynskja Grønlandi góðan byr og gott tol á leiðini.

Føroyar eru sum eitt knappanálshøvd á heimskortinum at meta, meðan Grønland er heimsins størsta oyggj. Mangir føroyingar halda, sum longu nevnt, at knappahálshøvdið er heimsins nalvi – og fyri teimum eru oyggjarnar kanska júst tað. Men fólkið á heimsins størstu oyggj heldur seg ikki bara vera heimsins nalva, sum øll eiga at kenna. Tey eru eitt fólk, sum er vaknað úr dvala til eina heilt nýggja støðu, har altjóða áhugin fyri landsins strategi og ríkidømi er alsamt vaksandi, og Grønland hevur knappliga fingið eina veruliga rødd í altjóða høpi. So er bara at vóna, at nýggja støðan ikki ger tey so djørv, at tey missa tamarhaldið.

Tað er ikki vist, at Føroyar høvdu verið so frammarlaga, sum tær eru í dag, um fólkið hevði – sum tey tóku til tá – kubbað á stokkinum, beint eftir seinna heimsbardaga. Eitt land og eitt fólk eru sera samansettar eindir, og krevja ein hóp av førleikum, sum ikki verða mentir eftir einum degi. Eg veit ikki, um grønlendingar flest vita nakað sum helst um Føroyar og føroyska búskaparliga og politiska søgu. Tað kundi verið, at teir høvdu gjørt sær sjálvum eina tænastu, um teir kunnaðu seg eitt sindur meira um gongdina hjá framkomna lítlabeiggjanum í Norðuratlantinum hesi seinastu sjeytifimm árini.

Føroyingar – kannska serliga fiskimenn – hava ikki altíð havt so gott orðalag um grønlendingar! Men tað gleddi mítt gamla útisetahjarta at hoyra eina grønlendska sjúkrasystur, fødda og uppvaksna í Nuuk, siga, at føroyingar eru sera væl dámdir í Nuuk, og at teir í nógv størri mun enn danir, gerast partur av grønlendska samfelagnum. Eg veit ikki um hon bara segði hetta fyri at ugga ein gamlan føroying, men tað ljóðaði kortini sum tónleikur í mínum oyrum, í mun til ta umrøðu grønlendingar fingu umborð á skipi í mínum ungu døgum.

Víst kunnu grønlendingar læra nógv av gongdini í Føroyunm, síðani heimastýrislógin varð sett í gildi. Men føroyingar kunnu eisini læra av grønlendingum, og tað er at kunna umheimin um Føroyar, og ikki at taka tað sum eina sjálvfylgju, at øll hini hava skyldu til sjálvi at kunna seg um oyggjar okkara. Ferðafólkavinnan arbeiðir víst við kunning, men tað er um lundar, lomvigar, fuglabjørg, seyð, skeriikjøt, ræstan fisk, áttamannaførð, gomul gróthús og flagtektar lonir. Hetta eru í veruleikanum dreyma-Føroyar, sum ikki finnast í gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum. Nógv meira neyðugt er at kunna um veruliga føroyska gerandisdagin, um føroyska mentan, føroyska málið, um list, um búskapin, fiskivinnuna og politisku søguna. Hvussu ein fær hetta í lag, vita tey kønu og klóku betur enn eg.

Eru Føroyar veruliga heimsins nalvi, ella bara heimsins nalvi í Føroyum? Tað velst um eygað, ið sær, og um hjartað, sum nemur. Heimsins nalvi er helst har, sum menniskju kenna seg heima, uttan mun til, hvar tað er.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…