Lýsing
Lýsing
KVF: Næstan helvtina minni svartkjaftur
Svartkjaftakvotan minkar 41 prosent næsta ár
KVF skrivar:
Svartkjaftakvotan minkar 41 prosent næsta ár.
Tað blivu strandalondini samd um í síðstu viku.
Kvotan verður 851.344 tons.
Hetta er tað, sum ICES mælti til.
Strandalondini er Noregur, Føroyar, ES, Bretland og Ísland.
Londini eru eisini samd um heildarkvotuna av norðhavssild.
Hon verður 533.914 tons næsta ár, tað sama sum ICES mælti til.
Hetta eru 33 prosent meira enn í ár.
Her eru strandalondini Føroyar, Ísland, Noregur, Russland og Bretland.
Semja fekst ikki um makrelin í samráðingarumfarinum, sum var í London í síðstu viku.
Londini royna aftur seinni.
Seinastu tíðindini