Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hevur Astrup fingið alzheimers ?

SKRIVAÐ: Jógvan Páll Lassen, advokatur               |  26.04.2021 - 14:39 Lesarabrøv Vinna

Tann 5/4 2019 vendi Astrup sær til Statsadvokaturin fyri serligan fíggjarligan og internationalan kriminalitet, eisini kallað SØIK, tí hann frá einari anonymari keldu hevði fingið at vita, at Taks stjórin hevði fingið eftirgivið eina kautión í Eik Banka, har Taks stjórin, ella onkur familjulimur, hekk uppá eina kautión fyri felagið. Hesa trongstøðuð var m.a. av bankanum brúkt til at seta trýst á Taks í samband við viðgerðini av skattatapinum hjá bankanum.

SØIK leyp sum vera man upp við ein brest, tí talan var talan um eitt meld um sera alvarsaman kriminalitet – korruptión, avpresning og møguligan hóttanir- í fíggjarheiminum, mótvegis einum persóni í hægstu almennari tænastu.

Kanningin hjá donsku løgregluni, sum sendi tveir mans til Føroyar, vístu at eitt felag sum at Sp/f Rangu hevði í síni tíð tikið lán og keypt partabrøv fyri eginpeningin og lán. Tvey lán vóru, eitt í Eik og eitt í Danmark. Danski lánveitarin hevði tikið hondpant í teimum partabrøvum sum vóru keypt fyri teirra lán, meðan eg ikki veit um Eik  eisini hevði tikið pant í Eik partabrøvunum sum teirra lán varð brúkt til, men sum øllum kunnugt so fall Eik partabrævið til null, so tann møguliga trygdin hevði einki virðið tá saman um kom. 

Tá Eik bleiv yvirtikin helt virksemi hjá Rangu uppát. Danski Bankin realiseraði sítt pant og fekk seg eftir øllum at døma dekkaðan, meðan Nýggji Eik banki við Astrup sum stjóra  avsetti veitta lánið sum møgulig tap, uppá samlaða útistandandi lánið til Rangu. Rangu varð síðani tvangsupployst eftir konkurslíknandi reglum.

Taks stjórin átti eingi partabrøv í felagnum, og var ongantíð við í leiðsluni í hesum felag.

Kanningin hjá politinum kom til ta niðurstøðu, at her var einki at koma eftir, ella sum teir siga ” kan de af JAH videreformidlede oplysninger ikke underbygges ”.

Asrtup fær tann 30/4 2019 at vita ” og foreholdt de væsenligste resultater af undersøgelsen af selskabet Sp/f Rangu, og selskabets engagement hos Eik-Banki, herunder, at der i forhold til det af banken dokumenterede ikke eksisterede noget kautionsforhold eller sikkerhedsstillelse overfor 3.mand jf selskabets engagement hos banken.

Og víðari verður sagt ” JAH blev foreholdt, at de oplysninger, som banken havde dokumenteret, stod i modstrid til de oplysninger som JAH havde modtaget fra den anonyme kilde, som var fremkommet med de belastende oplysninger til JAH. Foreholdt dette havde JAH ingen kommentarer ud over, at personen, som havde delt oplysningerne med ham, stadig af personlige årsager onskede at forblive anonym”.

Hetta álopið gekk ikki, men Astrup gavst ikki so.

Í juli 2019 sendi hann skriv til ymsar stovnar  ráð og fólk um sama mál, men nú var tað ikki ein ”anonym kelda” sum hevði gjørt vart við seg, men nú var tað ” sum vitni i rættarsakini í Eik málinum” at hann var dottin yvir hetta tapið í bankanum, og støðuna hjá stjóranum á Taks, hóast stjórin á Taks ongastaðni framgongur av Eik banka rættarmálinu.

”anonym kelda” yvirfyri politinum, og ” sum vitni i rættarsakini í Eik málinum” yvirfyri almennum stovnum. Sannleikin hjá Astrup kann liggja á einum lítlum stað.

Og nú í Sosialinum – einaferð afturat, og nú móti betri vitandi.

Tað er sostætt enn ein lygn sum Astrup her serverar.

Uppá spurningin omanfyri um Astrup hevur fingið alzheimers, so er tað nokk ikki tað sum feilar, men meira muran.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap