Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útisetar fáa møguleika at koppsetast í Føroyum

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  03.05.2021 - 07:33 Tíðindaskriv

Koppsetingarkunngerðin fer nú at verða broytt, so føroyskir útisetar, sum eru í Føroyum, og útlendingar, sum eru í Føroyum í longri tíðarskeið, kunnu verða koppsettir ókeypis fyri koronu í Føroyum. Tað merkir eitt nú, at lesandi ikki nýtast at stúra fyri summarferiuni, vísir landsstýrismaðurin á. Mælt verður til, at útisetar, sum vilja koppseta seg í Føroyum, fara at taka bæði prikini her, so tryggjast kann, at teir fáa sama koppingarevni báðu ferð

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, arbeiðir nú við at víðka koronu-koppsetingarkunngerðina, so føroyingar, ið búgva uttanlands, men eru staddir í Føroyum, eisini kunnu verða koppsettir ókeypis í Føroyum. Somuleiðis skulu útlendingar, sum eru í Føroyum í eitt longri tíðarskeið, til dømis í arbeiðsørindum, kunna verða koppsettir ókeypis í Føroyum.

Broytta kunngerðin fer at verða lýst í næstum, og tá fer eisini at verða kunnað alment um, hvussu hesi skulu bíleggja sær tíð til koppseting.

Sambært galdandi kunngerð er tilboðið um koppseting bert galdandi fyri tey, sum búgva í Føroyum.

Men hetta kravið ger tað trupult hjá nógvum, serliga hjá lesandi útisetum. Nógvir teirra hava nevniliga langt síðani leitað sær heim til Føroya, nú koronufarsóttin hevur leikað á, tí útbúgvingarstovnarnir hava verið stongdir, og øll undirvísing er farin fram á netinum.

Tað er bæði tvørligt og dýrt hjá hesum útisetum at skula aftur til londini, har tey lesa og hava bústað, fyri at koppsetast, serliga hjá teimum, sum lesa aðrastaðni enn í Danmark.

Í løtuni lesa 1.039 føroyingar uttanlands, 882 í Danmark og 157 aðrastaðni.

Útisetar, sum ikki eru í Føroyum, men ætla sær heim í feriu, høvdu eisini komið í tvístøðu, sleppa teir ikki at koppsetast her. Tí vandi er fyri, at teir ikki eru koppsettir ella ikki liðugt koppsettir í landinum, har teir búgva, áðrenn teir skulu til Føroya. Men tá kunngerðin um koronukoppseting verður broytt, fer at bera til hjá teimum at koma heim at halda summarfrí, og lata seg koppseta í Føroyum.

Í tí sambandinum verður mælt til, at útisetar taka bæði prikini í Føroyum, hetta fyri at tryggja, at koppsett verður við sama slag koppingarevni báðu ferð.

Hjá útlendingum, sum halda til í Føroyum í longri tíðarskeið, til dømis í arbeiðsørindum, er tað somuleiðis bæði tvørligt og dýrt, verða teir noyddir at fara til heimlandið – helst tvær ferðir – fyri at lata seg koppseta fyri koronu. Tí fara teir eisini at fáa ókeypis koppseting fyri koronu í Føroyum. Bæði útisetar og útlendingar verða koppsettir, tá bólkarnir, teir annars høvdu hoyrt til, um teir búðu her, standa fyri tørni. Talan verður sostatt ikki um at gera nakra serskipan fyri hesar báðar bólkarnar.

Í broyttu kunngerðini fer at verða kravt, at bæði útisetar og útlendingar skulu vera í Føroyum í eitt ávíst tíðarskeið, væntandi 30 dagar, skulu teir koppsetast her. Við hesum kravi verður forða fyri, at víðkaða kunngerðin letur upp fyri koppsetingarturismu – tað er, at fólk bara koma til Føroya við tí endamáli at fáa eina skjóta, ókeypis koppseting.

Í Danmark hava tey eisini gjørt tað smidligari hjá fólki, ið hava tilhald í landinum, men hava bústað í øðrum landi, at fáa ókeypis koppseting. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at ongi ivamál hesum viðvíkjandi heldur fara at vera í Føroyum, nú summarferian stendur í durinum.

Nógv lesandi eru langt síðani komin heim vegna koronu og eiga sjálvsagt at sleppa at koppseta seg her. Tað sama er galdandi fyri útlendingar í Føroyum. Og tað hevði verið ógvuliga keðiligt, um til dømis lesandi, sum nú sita og planleggja sína summarferiu, kanska kendu seg noydd at setast aftur, tí koppsetingin kom tvørt fyri. Tí er víðkanin av kunngerðini bæði kærkomin og sjálvsøgd, sigur hann.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Umval hava verið áður – eisini í Oyndarf…
Okkara mál er at fáa ein fiski­vinnu­sáttm…
Týðandi framstig ímóti óljóði frá skipum
Jón Krismar Andreasen 70 ár
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Ungur lokalur málverji gjørt sáttmála vi…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Enn ein byggisamtyktarbroyting í Klaksví…
Erkabiskupur jarðast í Rituvík
Fullsett Jobmatch í nýggjum karmum
Árliga jóla­konsertin í Christians­kirkjun…
Tá politikku­rin er “nógv á skák”
Jólini sungin inn í Mikladali
Epli og gularøtur av Sandi
Jóla­kort­ini fara nú um land og ríkið
Breiðka Flatnavegin á Norðoyri
Uppistova selir við Neystið
Dunga Jákup M/­tr sleipaður heim
Eldrahugni í Betesda
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið