Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Symfoniorkestur fer aftur á pall

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.05.2021 - 11:40 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hevur tú saknað stóra ljóðið og livandi creme de la creme tónleikin frá Føroya Symfoniorkestrið, so fært tú endiliga møguleikan aftur. Nú trínir Føroya Symfoniorkestur á pall og framførir várkonsertina 2021 við áhoyrarum.

Orkestrið framførir trý verk av trimum komponistum.

 

La Création du monde - Darius Milhaud

Franski komponisturin Darius Milhaud møtti jazzinum í 20’unum í London. Hesin tónleikastílur hugtók hann nógv, so hann fór beina leið til Amerika, har han kom nógv saman við jazztónleikarum í Harlem, og hetta hoyrist aftur í tónleikinum hjá honum í mun til til rútmur og tónaval.

Heimkomin frá amerikuferð í 1922 skrivaði hann ballettina La Création du monde til eina libretto av Blaise Cendrars.

 

Pulcinella Svita - Igor Stravinskij

Ballettin Pulcinella var skrivað til Les Ballets Russes, og júst hendan ballettin legði lunnar undir nýggjar háttir at skriva tónleik.

Stravinskij hevur sjálvur sagt, at ”Pulcinella var mín opinbaring av fortíðini og sum legði lunnar undir mítt framtíðar kompositiónsarbeiðið”.

 

Ófullfíggjaða symfoniin - Franz Schubert

Ófulfíggjaða symfoniin er vanliga eisini nevnd symfoni i h-mol D. Verkið bleiv fyrstu ferð framført í 1865, heili 37 ár eftir, at Schubert andaðist.

Av ókendum orsøkum steðgaði Schubert skriviarbeiðið nakrar taktir inni í triðja satsi, men hóast hetta bleiv júst henda symfoniin eitt av mest spældu verkunum hjá komponistinum.

 

Nevnast kann eisini, at fleiri av verkunum hjá Schubert eru ófullfíggjaði ella bert finnast í skitsum.

 

Bernhardur Wilkinson stjórnar orkestrinum


Tíð: Leygardagin 15. maj kl. 19.30
Stað: Norðurlandahúsið

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap