Lýsing
Lýsing
"Vit síggja hatta javnan frá Magnusi", siga útvarpararnir, tá ein grov takkling frá honum bert gevur gult kort. Men fyri redaktiónina var ein heilsan frá útvístum KÍ-leikara meira áhugaverd, hóast tey júst høvdu gjørt nógv burturúr somu linu takseringini í kvinnufótbóltinum. | Mynd: kvf.fo

Er fair play ikki galdandi í dystinum millum KvF og KÍ?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.05.2021 - 21:35 Ítrottur Leiðarin

Tað var við spenningi, at ein sat og bíðaði eftir 3-2 í Kringvarpi Føroya mánakvøldið 10. mai. Ein sera undirhaldandi dystur varð leiktur á Djúpumýru sunnudagin, og bláa heimafelagið vísti seg veruliga frá síni bestu síðu. Men aftaná sat ein eftir við eini rættiligari flatari kenslu

Kvinnufótbólturin, sum nærum onga rúmd plagar at fáa í 3-2, varð tikin við hesa ferð, men avgjørt ikki fyri tað góða. Ein einstøk støða burturúr einum dysti varð viðgjørd, og síðani kom ein long, einsíðug klaga um ta støðuna, sum hevði fingið stak óhepnar fylgjur. Samrøða varð gjørd við Karl Vidtfeldt, formann í B71, og lisið varð upp úr kæruni. Síðani varð gjørt greitt, at KÍ ikki hevði fingið kæruna enn, men lisið varð upp úr einum aftursvari. Ongin samrøða ella nakað. Tað er í grundini rættiliga grovt, at KvF ger eitt tílíkt innslag, uttan at KÍ-kvinnur í heila tikið fáa vart seg.

Eftir sótu hyggjararnir við eini fatan av, at KÍ hevði løstað ein mótstøðuleikara, men púra uttan at spyrja KÍ-kvinnur um sína síðu av søguni. Hetta hóast tveir navngivnir kvinnuligir leikarar hjá KÍ vórðu negativt umrøddar í innslagnum. Tað er sjálvandi altíð harmiligt, at slíkt hendir á einum vølli, men tá talan er um eitt kærumál, er tað vánaligur fjølmiðlasiður at lata annan partin stilla upp við mikrofon og skermi og bert geva hinum høvi til at svara stutt og skrivliga, áðrenn tey í heila tikið høvdu móttikið kæruna.

Beint aftaná kemur so innslagið frá mansdystinum ímóti B36 sunnudagin kl. 15. Har vísti KvF at kalla bara tað, sum teir noyddust. Málmaðurin hjá KÍ hevði minst tvær fantastiskar bjargingar, men hvørgin varð víst. Málini vóru sjálvsagt við, men sum nevnt, tað er bert tað, 3-2 er noytt til at vísa. Í staðin verður denturin lagdur á, at ein útvístur KÍ-leikari, helst í sinnismuni, ger eitthvørt tekin við hondini á veg út av vøllinum. Hvat var endamálið? At framprovokera enn eina kæru?

Útvísingin hendir beint eftir, og er ein reaktión uppá, eina sera ófantaliga takkling frá B36, men tann takklingin fær onga viðgerð, annað enn at tað líka verður nevnt, at hon gav gult kort. Hvat er tað fyri nakað? Beint frammanundan varð tað sligið stórt upp, at ein ófantalig takkling hjá KÍ-kvinnum bert gav gult kort, og eitt heilt innslag varð gjørt burturúr tí. Men tá ið KÍ-menn eru teir órættaðu, og tað eisini bert verður takserað til gult, verður als onki gjørt burturúr, og í staðin verður fokus sett á ein illan og harman KÍ-leikara, ið reagerar uppá at verða útvístur.

Tað verður sagt, at tað er kalt á toppinum, og tað er so satt, sum tað er sagt. Hóast tað er ein ynskistøða at vera oddalið hjá bæði monnum og kvinnum, so tykist tað eisini, sum um mong hava lyndi til at fokusera øgiligt uppá tað negativa og nærum als ikki uppá tað positiva. Góðar síður verða niðurtónaðar og ringar síður framhevjaðar, og tað er bara ein partur av game’inum, at mótstøðufeløgini og teirra viðhaldsfólk eru soleiðis.

Men tað er ikki í lagi, at ítróttarredaktiónin á almenna miðlinum spælir við í tí spælinum. KvF má og skal vera ópartískt, og er talan um kærur, ófantaligan atburð, ella hvat tað skal vera av tvístøðum, skal støðan lýsast frá báðum síðum. Okkara áheitan á KvF, sum vit øll eiga, skal vera hendan: Latið hatta vera tær seinastu einsíðugu viðgerðirnar av føroyskum fótbólti, Kringvarp Føroya.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stríðið steðgar ikki her
Kringvarpið noyðist at spara
Nema og Trygd gera avtalu um burðardygga…
Inga og Lina seinasta arbeiðsdag
Nú sleppa øll ókeypis at leita í tinglýs…
Myndarøð: KÍ vann 4-0 á skerdum ÍF-liði
Myndarøð: KÍ - EB/­Streymur/­Skála spældu…
Stríðið er av – men hvør vann?
Skrokku­rin hjá Christian í Grótinum verð…
Upptakt: KÍ-ÍF
Norð­oyastevnuróðu­rin verður 24. juli
Myndarøð: KRF hátíðarhelt góðu úrslitini…
3. deild vann stórsigur í Suðuroy
Klaksvík­ingur, Páll Fangi og Fípan Fagra…
Kristian Joensen til EB/­Streym
EM studio 4
Álop á okkara vunnu rættindi
Røða til próvhandan­ina hjá Dugna
28 lærlingar fáa prógv
Stórtíðindi úr Syðrugøtu: Aurora kemu…