Lýsing
Lýsing
Lýsing
Karl Johansen, borgarstjóri og Jón Sigurðsson hava nógv at práta um í hesum døgum, nú ArtiCon hevur sett á Tunlarnar Norður um Fjall til dømis | Mynd: Jóhann Lützen

Stjórin á ArtiCon hevði framløgu á Hotel Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.05.2021 - 12:58 Myndarøð Tíðindi Vinna

Umleið 40 gestir vóru til eitt tiltak á Hotel Klaksvík, sum Klaksvíkar Vinnulívsráð skipaði fyri. Flestu entreprenørfyritøkurnar norðanfyri og stórar fyritøkur annars luttaka vanliga í hesum tiltøkunum. Jógvan við Keldu er samskipari og Jan Petersen er nevndarformaður í vinnulívsráðnum. Teir skipa javnan fyri tílíkum tiltøkum, har vinnulívsfólk netverka, og tey lata væl at hesum tiltøkunum.

Í sambandi við aðalfundin, sum Klaksvíkar Vinnulívsráð hevði ígjár, so varð heitt á Jón Sigurðsson, stjóra á ArtiCon at verða gestarøðari. 

Jón greiddi frá undir heitinum “Frá íverksetara við fáum starvsfólkum til eina kenda nútíðarfyritøku við 2-300 starvsfólkum”. Byggifyritøkan ArtiCon, sum í dag er størsta byggifyritøka í landinum, hevur frá byrjan fyri júst 20 árum síðani sett sær fyri í dygd og trygd við góðum trivnaði at gerast álítandi við hollum samstarvi millum byggiharra og fyritøkuna.

– “Hetta hevur givið úrslit á mongum mótum. Vit hava latið úr hondum hópin av størstu verkætlanum í landinum. Júst í hesum døgum hava vit latið frá okkum “Hvalbiartunnilin” og hava sett á “Tunlar Norður um Fjall” –  umframt havnabyggingar, framleiðslubygningar, íbúðarbyggingar, skúlar - umframt umsitingarbygningar, almennar og privatar.”, sigur stjórin.

Við Norðlýsið sigur Jón Sigurðsson, at hann varð boðin norður at greiða frá um fyritøkuna hjá sær og søguna hjá henni. ArtiCon varð stovnað í 2001, og enn tann dag í dag er fyritøkan í framhaldandi menning. Tað ræður um at lyfta seg upp og taka tey tøkini, sum skulu til, eisini longur niðri í skipanini. Jón sigur, at tað hevur verið ein góð blanding av stórum og smáum verkætlanum, ið hevur gjørt, at fyritøkan hevur havt eina støðuga framgongd.

Í løtuni er ArtiCon í gongd við at gera vegirnar til Tunlar Norður um Fjall, og væntast kann, at borurin verður settur í í august mánað. Tunlarnir væntast lidnir í 2024.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kvøldskúlin: tilmeldingin letur upp í da…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum