Lýsing
Lýsing
Lýsing

25 ár við smíli og góðari tænastu!

SKRIVAÐ: Hilmar Danielsen  |  18.09.2025 - 13:52 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag hátíðarhalda vit í eitt heilt serligt hátíðarhald í el-in . Okkara dugnaliga starvskvinna, Mathilda hevur í dag 25 ára starvsdag!

 

 

Hon hevur verið ein ómissandi partur av okkara toymi í øll hesi ár – altíð blíð, kundavinalig og fakliga dugnalig. Við sínum góða eyga fyri detaljum og sínum jaliga lyndi hevur hon verið við til at skapa eina serliga uppliving fyri okkara kundar, hvørja ferð tey vitja handilin.

Tað eru fólkini handan diskin, sum gera munin – og Mathilda er eitt frálíkt dømi um hetta.

Vit vilja takka henni hjartaliga fyri trúfesti og góða arbeiðið í øll hesi ár. Hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum!

Kom endiliga framvið í dag at heilsa uppá og hátíðarhalda saman við okkum. El-in bjóðar ein kaffimunn og køku afturvið.

 

Ein 25 ára søga

Tá Mathilda byrjaði fyri 25 árum síðani regnaði líka illa sum í dag aftaná turt veður í 2-3 mánaðir. Eg hevði lovað at hon bleiv ikki einsamøll í handlinum hendan fyrsta dagin, tí eg skuldi verða har og hjálpa tá á stóð.

Men eg var eisini í býráðnum um hetta mundi og tá skriðjur byrjaðu at leypa í býnum kallaði borgarstjóin inn til kreppufundar, so eg mátti skunda mær avstað og sat á fundi í fleiri tímar. So Mathilda mátti klára hendan fyrsta dagin einsamøll størsta partin av degnum, so byrjanin var hørð hjá Mathildu, men hon misti ikki móti og hevur nú arbeitt í handlinum í 25 ár. Takk fyri Mathilda

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…