Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólk trívast har tað er vakurt

SKRIVAÐ: Jórun C. Høgnesen  |  07.06.2021 - 19:42 Lesarabrøv Mentan

Miðbýurin í Klaksvík er vakur, og til gleði fyri mong, men tíverri kann tað sama ikki sigast um útjaðarin Góða arbeiðið má røkka út um miðbýin, so at útjaðarin eisini verður fríðkaður.

Fyrra myndin er tikin á Bumshamri í Klaksvík, og seinna myndin er tikin á Toftum sama dag. Myndirnar tala fyri seg.

Hvønn dag koyra lastbilar út á Bumshamar at fylla mold í grótbrotið. Um nakað av moldini heldur verður løgd framvið vegnum her, og nøkur trø verða gróðursett, so verður tað nógv vakrari og til stórt gagn fyri umhvørvið, fuglar og smákykt, sum gagna náttúruni.

Nú mugu vit koma í gongd við at gera býin vakran og hugnaligan í útjaðaranum, til gleði fyri okkum øll, sum búgva her á leið, og øll, sum koma framvið. Tað kostar neyvan nógv, tí bilarnir við mold, koyra har kortini.

Vónandi tekur Klaksvíkar Býráð hetta uppskotið til sín, og ger tað til veruleika sum skjótast, so vit liva upp til góða slagorðið REINUR OG FRÍÐUR KLAKSVÌKAR BÝUR

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta