Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú kunnu ferðavinnufyritøkur søkja úr hjálparpakka 4

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður  |  09.06.2021 - 18:00 Tíðindi

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur í dag lýst kunngerðina sum ger tað møguligt hjá fyritøkum í ferðavinnuni at søkja um stuðul úr hjálparpakka 4.

Sambært lógini ið gevur heimild til at stuðla ferðavinnufyritøkunum, kann ein fyritøka sum hava havt eina afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40%, fáa stuðul úr hjálparpakkanum. Hevur afturgongdin verið millum 40 og 60%, er stuðulin 50% av føstu útreiðslunum, og hevur afturgongdin verið millum 60 og 100%, er stuðulin 75% av føstu útreiðslunum.

Sambært kunngerðini sum nú er lýst, kann stuðulin til lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk í mesta lagi vera fyri 10 starvsfólk við fullum starvsbrøki í hvørjari fyritøku og í mesta lagi 27.000 kr. fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin. Fyritøkan sum fær stuðul skal grundgeva fyri, at starvsfólkini, sum stuðulin verður latin fyri, eru neyðug fyri virksemið hjá fyritøkuni.

Freistin at søkja um stuðul úr hjálparpakka 4 er 1. juli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…