Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú er summar um alt Føroyaland

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.06.2021 - 10:46 Ítrottur Leiðarin Mentan

Í Føroyum ber ikki til at máta summarið eftir veðrinum. Kavi kann saktans liggja eftir bæði summarmáladag og fyrsta summardag, ja, líka inn í juni. Og tað er kalt líka leingi. Í ár fingu vit heldur onga Norðoyastevnu at boða frá heitari og ljósari tíðum. Men tá miðnámsskúlanæmingarnir fáa sínar eyðkendu, hvítu húgvur á høvdið, tá vita vit, at summarið er komið.

Tey hava ikki havt tað lætt, pisurnar 2020/21. Í fjør fingu tey allarflestu av teimum námsferðirnar púra oyðilagdar vegna Coronafarsóttina. Námsferðin er annars tað, sum lidnir studentar minnast allarbest aftur á frá síni miðnámsskúlatíð. Hesum vóru pisurnar í ár snýttar fyri. Men tað var neyðugt at gera tað.

Eisini í ár hevur Coronavirusið lagt sína kleimutu hond á summarið. Í Klaksvík plaga vit at siga, at summarið byrjar á Norðoyastevnu og endar á Summarfestivalinum ella Sjómannadegnum. Men í ár hava vit onga Norðoyastevnu havt, og nú er greitt, at í staðin fyri at verða fyrsta stevnan í ár, verður hon hin næstseinasta, bert 5 dagar áðrenn Ólavsøku. Aðrar stevnur eru eisini farnar fyri skutur og mutur, bæði Eystanstevnan og Fjarðastevnan.

Men nú boðar frá ljósari tíðum. Miðnámsskúlarnir hava havt ein næstan vanligan skúladag meginpartin av árinum, og próvtøkurnar eru eisini hildnar uppá “gamla mátan”. Stóru festivalarnir eru bjartskygdir, og somuleiðis sær munandi betur út í ár, hvat viðvíkir ferðavinnu, bæði við at føroyingar sleppa av landinum aftur, og við at útlendingar sleppa til Føroya aftur.

Góða koppsetingargongdin hevur verið hin stóri frelsandi eingilin í hesum føri. Í skrivandi stund eru vit við at runda 50% koppsettum við fyrra priki og vit eru longu farin framvið 33,3% fult koppsettum við tveimum prikum. Roknast kann við, at vit fáa rokkið flokksimmuniteti umleið fyrst í august, men tað kann bæði vera fyrri og seinni.

Tað sæst aftur í øllum lutum, at Føroyar eru við at reisa seg aftur. Stevnurnar byrja at normaliserast, fótbólturin koyrir aftur við fullum útblástri, og sum nevnt klekja miðnámsskúlarnir hundraðtals av pisum í hesum døgum. Alt hetta gevur vón. Vit eru sera nær við at fáa ein vanligan gerandisdag aftur, men eiga sjálvandi at vera varin til tað allarseinasta, soleiðis at vit ikki missa á stokkinum.

Síðani 2017 hevur KÍ verið fastur fúsur í Europa League í UEFA, sum í ár eitur Europa Conference League. Hetta er komið í fasta legu og er vorðið fast á hvørjum sumri. Í ár skuldi eisini eitt brak vera á Ólavsøku millum HB og KÍ, men keðiliga gongdin hjá havnarfelagnum hevur júst havt við sær, at felagið er sligið út úr Champion’s League-undan-undanumfarinum og tí skal spæla dyst í Conference League á Ólavsøku; nakað, ið uttan iva ger, at dysturin móti KÍ má flytast.

Men sum heild sær sera gott út í løtuni, ikki minst í Klaksvík, har mentanarhús, húsarhaldsskúli og hotell eru ávegis, eins og tað gongur søguliga væl fyri stoltleikan hjá Klaksvíkini, KÍ – og læt okkum eisini taka Klaksvíking við.  Nú peika flestu pílarnir uppeftir aftur, og tað eiga vit at njóta.

Gott summar, øll somul!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap