Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áheitan á SSL: Setið fleiri túrar inn við bussinum á Kalsoynni beinanvegin!

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna.  |  28.06.2021 - 15:40 Politikkur Tíðindaskriv

Nú hendi tað aftur, at SSL leggur ferðaætlan uttan at tey, ið búgva á staðnum duga at síggja nakað høpi í ferðaætlanini. Nú skal Erla Kongsdóttir røkja farleiðina til og frá Kalsoynni í 3 vikur uttan at bilar sleppa við í hægstu summartíð. Sum um at tað ikki var nóg mikið, men tá ið bussurin, ið bert tekur 19 fólk, ikki koyrir fyrr enn øll ferðafólkini eru komin uppá pláss, ja, so er sjónleikurin fullkomin.

Vit vita, at Kalsoyggin er eitt sera vælumtøkt ferðamál við millum annað Kópakonuni, fleiri áhugaverdum tilboðum til matna og øðrum náttúruupplivingum. Fólkið á staðnum hevur spent seg út í eini roynd at vinna ein part innaftur av missinum, sum uppstóð orsakað av korona í fjør. Tí eru hesir fótonglar, ið SSL nú leggur fyri bæði fastbúgvandi og tey, ið royna at liva av ferðavinnu, so púra burturvið. Tykist sum uppgávan, ið SSL er sett at røkja, stendur sera fjar fyri teimum.

Minsta kravið má vera, at ferðasambandið við bussinum alt fyri eitt verður økt, so tað nøktar tørvin hesa tíðina til Sam kemur aftur.

 

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap