Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

God’s own country!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  07.07.2021 - 19:26 Bloggur Mentan Politikkur

Eg veit fullvæl, at kristin menniskju eru alt annað enn fullkomin, tí tey eru nú einaferð eisini menniskju. Sum skapningar tykjast vit at vera ein løgin blanding av einglum og fanum – før fyri at fremja tað besta og tað versta. Undirritaði er eisini bara eitt menniskja!

Í kristna landinum USA hava tey nýliga hildið hundrað ára minningarhald fyri einum av teimum størstu skipaðu rasististisku álopunum í amerikanskari søgu (týningarnar av upprunafólkunum undantikin!!!) - tað eru hópdrápini í Tusla í 1921, har hvít fólk brendu og bumbaðu handlar og fyritøkur hjá svørtum, og løgdu ein býð í oyði, gjørdu 10.000 heimleys og drupu millum 70 og 300 litt fólk. Alt hetta fór fram í einum landi, ið kallar seg hitt mest kristna í  heiminum! Og sum skilar sær rætt til at vera ein moralsk fyrimynd fyri allari mannaættini.

Eg veit fullvæl, at kristin menniskju eru alt annað enn fullkomin, tí tey eru nú einaferð eisini menniskju. Sum skapningar tykjast vit at vera ein løgin blanding av einglum og fanum – før fyri at fremja tað besta og tað versta. Undirritaði er eisini bara eitt menniskja!

Nógvir føroyingar líta at USA sum einum fyrimyndarliga kristiligum samfelagi. Og eg ivist onga løgu í, at at tað finnast mong heiðurlig kristin menniskju í USA. Men eg loyvi mær kortini at seta eitt litið spurnartekin við, um eitt samfelag, ið framvegis er so fult av rasuhatri, kann loyva sær av at reypa av at vera eitt serliga kristið samfelag? Og í USA eru mong av teirru fatan, at land teirra, God’s Own Country, sum ein sjálvfylgja hevur rætt til at vera moralski vaktarin yvir øllum heiminum.

Næstrakærleikin er hóast alt tað mest eyðkenda við læru Jesusar – elski næstan sum tykkum sjálvi.  Paulus er enn meira víðgongdur, tá hann sigur: Her er ikki jødi ella grikki, her er ikki trælur ella frælsur maður, her er ikki kallur ella kona. Hesi orðini vóru so víðgongd og kollveltandi í samtíðini, at vit duga ikki at skilja tað i dag! Og tað, sum eyðkendi tær fyrstu kristnu samkomurnar, var júst hetta, at har var ongin ættar-, kyns- ella stættarmunur. Í teimum griksku og rómversku samkomunum (symposium) vóru fólk harafturímóti býtt eftir ætt, stætti og kyni.

Tað at øll menniskju eru eins, brøður og systrar, hoyrir til  sjálva hjarnuna í kristnu læruni, og ongin sigur tað ramligari enn Paulus í Gal. 3,28. Men samstundis loyvir ein stórur partur av USA borgarunum sær at sameina sína kristintrúgv við við ein viðføddan illvilja móti teimum, ið hava øðrvísi húðalit – afroamerikanarar, asiatar ella suðuramerikanarar.  Fyri ikki at tala um tey, sum upprunaliga áttu landið, indianarnar. Her skurrar onkustaðni í teirra kristnifatan!

Teirra háfloygda grundlóg viðurkendi ikki tey inføddu og afroamerikanarnar, tá hon bleiv samtykt. Øll onnur enn hvítir europearar vóru undirmenniskju. Ku Klux Klan fekk loyvi til at plága tey svørtu við krossinum á odda. Hvítir amerikanarar fingu ilt í sálina, tá littir hermenn gjørdust korporalar og sergentar undir og aftaná seinna heimsbardaga, og tá teir so sluppu á officerskúlarnar, bar heilt av.

At vera dømdur av einum hvítum dómara, var/er ein háðan móti hvítu rasuni, og tá eini svørt hjún fingu sæti í Hvítu Húsunum í átta ár, so javnaðu tey vegin fyri monstrinum Trump, tí hvíti kristni veljarin innast inni ikki toldi, at eini svørt hjún sótu í hægta sessinum í USA.

Sjálvur havi eg ikki verið í USA, men eg síggi regluliga fleiri amerikanskar tíðindarásir og lesi yvirskriftirnar í amerikanskum bløðum og tíðarritum, og har er lítið sum bendir á, at rásuóttin er í minkan. Sjálvandi eru tað ikki bara tey hvítu sum dýrka rasismu – tað gera hini eisini.  Men tey hvítu eiga kortini meirilutaábyrgdina.

Tað løgna er, at at tey sum rýmdu úr Europa, flýddu frá korum, ið kundu líknast við trælakor. Tey rýmdu frá stórum fátækadømi og einari harðari stættarskipan. Onnur flýddu eisini frá átrúnarligari kúgan. Og øll høvdu tey í hyggju at byggja eina bjartari og frælsari framtíð í nýggja heiminum.

Tað vóru tey, sum í fyrstani mettu upprunafólkini mest sum javnlíkar, ella ið hvussu so er, vóru til reiðar at samarbeiða. Men mentanarkluftin hevur helst verið ov stór, og skjótt blivu upprunafólkini mett javnt við kríatúr ella okrút. Og tá bílig arbeiðsmegi síðan bleiv flutt úr Afrika, so fingu hesi somu, ella mangan verri, viðferð enn ta, europearnir vóru flýddir frá. Einfalt sagt gjørdi europeiska undirstættin seg sjálva til yvirstætt. Tey kúgaðu fóru at kúga – og ongastaðni var støðan verri enn í teimum bíbliutrúgvu Suðurstatunum.

Allastaðni, har europearnir tóku land, megnaðu tey at prædika, at tað var ein gudagivin skipan, at tey hvítu vóru yvir teimum littu, ella teimum, ið sóu øðrvísi út enn europearar. Alt hetta er eitt dømi, um hvussu dugnalig kristin menniskju eru til at lesa Nýggja Testamenti við bindi fyri eyguni. Hvussu kunnu fólk mistulka Jesus og Paulus so dyggiliga? Tá Cook, kaptainur, trein á land í Australia, segði hann seg hava funnið eitt øki, har ongin búði, hóast har vóru fleiri upprunafólk, og tað visti hann.

Landið USA, sum breggjar sær av at hava heimsins frælsastu grundlóg, viðurkendi ikki rættindini hjá upprunafólkunum, afroamerikanarum ella asiatum. God´s own country gav sær sjálvum ”guðsgivin” rættindi til at kúga tey, ið sóðu øðrvísi út, hóast høvuðspersónarnir í kristnu læruni Jesus og Paulus læra beint tað øvugta! Tey lósu, sum so mong onnur kristin menniskju, Jesus og Paulus við bindi fyri eyguni. Enn eftir langt og tógvið stríð, er tað so sum so við at javnseta teir ymisku fólkabólkarnar, hóast teir nú formelt eru eins fyri lógini, og tað nú munnu vera tey fægstu, ið alment tora at siga, at europearar hava eina gudsgivna hevd yvir øðrum fólkasløgum.

Rasuskilnaður er helst partur av mannalyndinum, og er tengdur at einum innbygdum ótta fyri tí, ið er øðrvísi og fremmant. Rasuóttin umboðar ein innbygdan ótryggleika sum byr í okkum øllum – eitt slag av hjálparloysi blandað við árvakni. Tey, sum dýrka rasuóttan ella rasuskilnaðin, avdúka harvið eisini sín egna ótryggleika og ótta, og onkur instinkt frá steinøldini, sum kanska einaferð vóru nyttug, men sum ikki søma seg fyri upplýstum og mentaðum menniskjum í 21. øld, og sum aldrin kunnu verjast út frá Nýggja Testamenti!

Áðrenn USA kann kalla seg heimsins mest kristna ella guðrøkna land í heiminum, og ein moralsk fyrimynd fyri restina av heiminum, noyðast tey at venda um, sum tey taka til. Tey noyðast at biðja um fyrigeving, ikki bara frá Guði, men sanniliga eisini frá sínum øðrvísi littu meðborgarum. Og europearar eiga heldur aldrin at gloyma allar teir ræðuleikar, eisini vit hava framt móti mannaættini, bæði her í Europa, Russlandi og í gomlu hjálondunum. Atburður sum hevur verið ein háðan móti Jesusi og boðskapi hansara!

Canadiarar, ið hava ført seg fram sum tey skikkiligu og fyrimyndarligu á norðuramerikanska kontinentinum, hava nú í hyggju at biðja pávan í Rom um at koma til Canada at biðja um fyrigeving fyri øll skúlabørnini frá upprunafólkunum, ið vórðu tvangsskúlað av kristnum menniskjum, og sum síðani eru tveitt í hópgravir, eins og kríatúr!

Kann man, sum kristin, fáa annað enn ilt í sálina?

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…
Avrikið hevur hægstu raðfesting
Tit eru við til at gera okkara bý fjølbr…
Móttøka í virknis­húsi­num í Mylnugøtu í K…
Arbeitt verður við bústaði til 44 arbeið…
Búnaðarstevnan verður tann 20. november
45 nýggjar leiguíbúðir í Tórshavn
Sjóhiti til Føroya Tele í Klaksvík
Staksdagu­rin verður í Tjørnuvík leygarda…
Sjáldsama fáir skaðar fyrra hálvár
Nú byrjar tilmeldingin til Kvøldskúlan
Skrellibilar standa fullir í skrelli