Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir skipar fyri Flogbóltsskúla í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.07.2021 - 08:00 Ítrottur Tíðindi

Badmintonhøllin verður karmur um skúlan fríggjadagin 20. august og leygardagin 21. august. Endamálið er at geva leikarum amboð, at gerast betri flogbóltsleikarar.

Servenjingar vera innan heving, smasj, blokk og móttøku. Harumframt verður dentur lagdur á júst tí røttu fysisku venjingina til flogbóltsleikarar og taktiskar framløgur eru eisini á skránni Dystir vera eisini leiktir.

Venjarar eru allir av ovastu flogbóltshyll í Føroyum. Cristian Imhoff, Thorvald Danielsen, Phil Freere, Steffan Rosenlund og Jóhan Arni Elisson Wang fara at undirvísa. Hjálparfólk hjá Mjølnir verða eisini hjástødd.

 

Hvønn er Flogbóltsskúlin fyri? 

Flogbóltsskúlin er fyri allar flogbóltsleikarar 16 ár og eldri, sum tíma væl at venja, ynskja at mennast, dáma at hava tað stuttligt, og sum ynskja at hitta flogbóltsvinir og eisini fáa nýggjar flogbóltsvinir.

Leikarar verða, alt eftir tilmelding, býttir upp eftir kyn og torleikastigi  

 

Prísur

550 kr. pr. leikara, sum er fyri venjing, kostarhald og T-shirt.

Í mun til ferðing verður víst til www.ssl.fo 

 

Nær og hvar verður vant?

Fríggjadagin 20. august og Leygardagin 21. august í Badmintonhøllini í Klaksvík. KÍ høllin kann eisini takast í nýtslu, alt eftir tilmelding.

 

Tilmelding, gjalding og kunning

Seinasta freist fyri tilmelding er sunndagin 15. august.

Ein t-postur við kunning verður sendur øllum luttakarum mikudagin 18. august

Tilmelding kann gerast á atgongumerki.fo

 

Spurningar kunnu sendast ella ringjast til: 

  • Steffan Rosenlund, Olsensteffan@yahoo.com og 271782
  • Thorvald Danielsen, thorvalddanielsen@gmail.com og 780778
Lýsing
Seinastu tíðindini
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…