Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú má tað verða well

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.07.2021 - 20:00 Leiðarin Mentan Vinna

Tað er ikki sørt at ein sum norðoyingur følir seg snýttan. Fyrst í juni komu boð frá Farsóttarnevndini um, at Norðoyastevnan átti at avlýsast. Norðoyingar aktaðu. Síðani komu boð frá løgmanni um, at Summarfestivalurin átti at avlýsast. Norðoyingar aktaðu. Eisini Sjómannadagurin varð avlýstur, og har var orsøkin ógreiðar útmeldingar í sambandi við Corona. Soleiðis er næstan alt summarið í Norðoyggjum avlýst, burtursæð frá einum viðfáningi av einum útsettum norðoyastevnukappróðri.

Sera hugstoytt er tað tí at síggja, at landsins hægstu myndugleikar fáa riddarakrossar á eini stórslignari drotningavitjan, ið Grønland hevur valt at avlýsa vegna smittuvanda. Reinførið var allarhelst í lagi, tí politikararnir gingu í fínasta pussi, men frástøðan var ongin, og áskoðarar stóðu sum sild í tunnu við Trappuna í Vágsbotni.

Eisini er tað ein miðfingur til festivalfyriskipararnar, at størsta tiltakið av øllum, ólavsøkan, verður hildið um eina lítla viku. Aftur tá skulu politikararnir í skært og skrúð og ganga frammanfyri túsundtals tætt pakkaðum áskoðarum á Vaglinum. Norðoyingar hava hildið sáttmálan við løgmann, men løgmaður brýtur sama sáttmála sjálvur við at ganga á odda bæði sum fyriskipari av drotningavitjan og fremstur í ólavsøkuskrúðgonguni.

Hvat sleppa vit í Norðoyggjum? Sjálvt drotningavitjanin varð avlýst, og tað viðførdi, at Klaksvíkar Kommuna flutti sína heilsan til drotningina út í Svínoynna, til forargilsi fyri svínoyingar, ið við røttum føldu seg forbígingnar. Harvið vórðu norðoyingar settir upp ímóti hvørjum øðrum.

Nú kann vera well!

Vit skulu sjálvandi ikki bara floyta á heilsufaklig tilmæli, men vit eiga so sanniliga at sleppa tað sama sum onnur. Verður tað mett at vera heilsuliga forsvarligt at halda eitt risatiltak sum ólavsøkuna, so er tað logikkur fyri búrhøsn, at tað eisini er forsvarligt at halda eina stevnu, festival ella aðra veitslu ella fagnað í Norðoyggjum. Tað er at mótsiga sær sjálvum at siga nakað annað.

Sum norðoyingar hava vit ofrað nógv seinasta hálva annað árið. Tveir summarfestivalar, tveir sjómannadagar, tvær norðoyastevnur og torradagarnar fyrr í ár. Og norðoyingar hava tikið framúr væl ímóti koppsetingum. Í viðtali við stjóran á Klaksvíkar Sjúkrahúsi herfyri kom fram, at tað var á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at lutfalsliga nógv flest fólk fóru mannsterk til støkk inn-koppsetingar. So vit hava onki at skammast yvir, og allarhelst onki at stúra fyri. Norðoyingar standa neyvan aftanfyri nakað annað øki í landinum, tá tað kemur til koppseting, og tí átti tað at verið lutfalsliga trygt at havt eitt stórt tiltak innan leingi.

Tí var tað sera hugaligt at hoyra í dag, at fyrireikarar hava tikið stig til tónleikaframførslu á parkeringsplássinum millum gamla KÍ skýlið og Pike leygarkvøldi – enntá ókeypis. Men vit skulu hava meir! Klaksvíkar Kommuna eigur at ganga á odda, ongantíð betur um tað er saman við vinnu, privatum og hinum norðoyakommununum, fyri at gera eitt tiltak, ið ger, at norðoyingar aftur merkja, hvussu tað er at kunna liva. Best er sjálvsagt, at tað verður, meðan vit enn hava hetta góða summarveðrið, sum vit hava í skrivandi stund. Og hví ikki eitt av vikuskiftunum, tá antin Summarfestivalurin ella Sjómannadagurin skuldi vera?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper