Lýsing
Lýsing
Lýsing
Oliver, sum vit kenna hann best: Færri enn 2 tráður kunnu ikki gera tað. | Mynd: Vágaportalurin.

Fólksliga eldsálin Oliver Joensen trýkvarta øld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.07.2021 - 18:48 Leiðarin Merkisdagar & Kunngerðir

Í dag 23. juli fyllir Oliver Joensen, fyrrverandi blaðstjóri og núverandi myndamaður á Norðlýsinum, 75 ár. Øll í Klaksvík og helst øllum Norðoyggjum munnu kenna fryntliga mannin við myndatólinum, sum altíð treystur avmyndar bæði smátt og stórt í nærumhvørvinum. Á Norðlýsinum vita vit, at myndarøðirnar hjá Oliver eru eitt tað størsta trekkplástrið hjá heimasíðuni.

 

Oliver Joensen drívur á, og hóast bert ein fjórðingur restar í til at runda øldina, er hann framvegis í hálvum starvi á Norðlýsinum, eitt starv sum hann hevur røkt sera ábyrgdarfult, fyrimyndarligt og nærlagt.

Oliver varð føddur 23. juli í 1946, og vaks upp millum kendar menn sum Haldur Holm, Hjørleif á Bilstøðini, Dávamenninar og mæta mentamannin Bernhard Brim. Hann er giftur Elsu, og tey eiga tilsamans fýra børn, sum øll so ella so eru virkin í miðlaheiminum. Sonurin John William og døturnar Jacobina, Jastrid og Hannefía hava fingið gott lagt í beinið, og súreplini eru ikki fallin langt burtur frá trænum.

Oliver Joensen átti og rak Norðlýsið í samfull 43 ár frá 1974 og fram til 2017, tá hann læt okkum taka við stýrisvølinum. Í dag er Norðlýsið tað einasta eftirlivandi lokalblaðið í Føroyum og hevur verið einsamalt leingi, og ofta hevur tað ligið í tungum sjógv. Men ”Norðlýsið kemur altíð aftur” ljóðar ein orðing, og hon er einamest Oliver fyri at takka. Áðrenn hann gav stafettina víðari, upplivdi hann at standa á brúnni í 2015, tá blaðið fylti hundrað ár.  

Ikki var tað nakar lættur arvur, ið Oliver tók við í 1974. Frammanundan høvdu høgt virdir menn og politikarar sum Símun Petur Zachariassen, Hákun Djurhuus og Óli Dahl sitið í hansara sessi, men Oliver hevur veruliga prógvað, at hann stóð onki aftanfyri hesar mentanarligu og politisku avrekskappar. Heilt mong onnur bløð liðu blaðdeyðan í 1990’unum og 00’unum, men ein skúta við Oliver við stýrisvølin søkkur ikki, tað vita vit. Oliver dagførdi Norðlýsið og fekk tað soleiðis inn í eina nýggja og talgilda øld.

Hóast í fullum starvi á Norðlýsinum fram til nýliga, so hevur Oliver verið virkin í ómetaliga mongum øðrum vási, at tað er ótrúligt, at hann skal hava havt orku til alt, ikki minst nú á lívsins heysti. Oliver hevur stóran als til náttúruna, og sæst javnan veiða bæði fisk og fugl av báti; hann hevur verið primus motor í Føroya Sjómannadegi í fleiri ár saman við soninum John William; hann eigur óteljandi fet út í húsið í Skúvadali, ið hann gjørdi meira enn sítt fyri at endurreisa, og vit kundu hildið á og skrivað eina heila bók um hendingaríka og virkna lívið hjá Oliver.

Eitt av hjartabørnunum hjá Oliver, Sjómannadagurin, hevur mugað lútað fyri Corona-farsóttini nú annað árið á rað, men eins og í orðingini ”Norðlýsið kemur altíð aftur” vita vit eisini, at Sjómannadagarnir fara at koma sterkir aftur. Og enn er í øllum førum onki, ið bendir á, at Oliver ikki eisini fer at mynda teir í fleiri ár framyvir, um hann vil, tí áræði og orku hevur hann sum fáur.

Norðlýsið vil við hesum reglum ynskja fyrrverandi blaðstjóra sínum, og núverandi frágera starvsfelaga okkara á blaðnum, hjartans tillukku á 75-ára degnum og mong góð ár framyvir!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ