Lýsing
Lýsing
Lýsing

Arnstein og bumburnar – eitt aftursvar til Sjúrð Skaale

SKRIVAÐ: Arnstein Niclasen  |  06.09.2021 - 09:37 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Havi, av ávísum orsøkum, verið burtur eina tíð og havi tí ikki havt høvi til at nærlesa álopini frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

 

Fyritreytir

Sum nevnt í fyrra skrivi mínum, at ein fyritreyt, fyri at skriva nakað skilagott um eitt mál, var, at ein veit nakað um málið. Tað veit Sjúrður Skaale  framvegis ikki. Annað enn tað, ið hann hevur lisið í bók míni “Herskin Herðindi”- hetta á sín hátt.

 

Aðrar fyritreytir fyri, at siga nakað eftirfarandi í tílíkum máli, eru, at ein hevur hilling á fyribrigdum sum: proportiónssansi (skilja millum smátt og stórt/ nýta vit og skil) og situatiónsfornemilsi (løtuansur/plikensla) – (her tær heldur lofnaðu týðingar Sprotans). Hetta er ikki Sjúrðar sterkasta síða.

 

Atsóknir

Søkt verður eitt nú at mær um ein revolvara, sum bara hevði sama kaliber sum ein salónrifla, meðan tær vitloysisins hóttandi, roterandi kanónir hersetingarvaldsins við 70 til 110 mm kúlum, til at jarðleggja staðin (háborg sjálvbjargsins) við, um illa vildi til, tað nervar als ikki Sjúrð eitt vet.

 

Sjúrður harmast um aftursvar mítt til Karina Kjølbro, sum hevði ligið á bók míni tað hálva árið frá ólavsøku til adventina. Tá kom hon við grovum, innihaldsligum álopi á bókina á fleiri síðum í Sosialinum (jólamánaðurin er jú søluting bókanna) - alt til verju fyri sín tá fyrrverandi, ikoniska verfaðir.

Men tann tvøri, beinharði, ósamstarvsvillugi leiklutur landslæknans móti norðuroyingum og Halvorsen serstakliga svitast ikki av hennara undanførslum. Ummælið og valið av svævingartíma avdúkar bara muruna í madammuni.

Filmurin av/um Lars Løkke Rasmussen

Eg hevði annars givið teimum (Freddy Bruslund, Saxo-film) greið beskeð um, at eg av ringum royndum frá Martin Breum/Jacob Gottschau – ið var ein seria um “Rigsfælleskabet” - ikki vildi vera við til nakra aðra danska filmsupptøku.

 

Hesaferð var talan um læknastríðið, og sum eg skrivaði til teirra vera størsta søguliga hyklið og lygnin í okkara felags søgu (eitt nú tað krystallklára justitsmorðið móti hampamanninum Fischer Heinesen v. m.) - so frekt lært á lærustovnum og skrivað - bara av teim vápnaðu og vinnandi harrunum úr Danmark og Føroyum við.

 

Framligir garpar

Allíkavæl møttu Lars Løkke og Freddy óbodnir upp hjá mær eitt kvøldið og vissaðu meg um, at hetta bleiv ein so seriøs seria í 6 pørtum (tað blivu bara 4) - og eg læt meg tí yvirtala til at vera við.

 

Hvussu gjølla verk teirra – eftir teirra meting - er frágingið, veit eg ikki; men teir dugdu ikki eingang at stava lítillátna navn mítt rætt í seriuni, navnið, sum annars stóð á permuni á bók míni um læknastríðið, teir fingu hvør sína.

 

Týðiliga sæst á filminum, hvussu irriteraður eg eri undir upptøkuni yvir at merkja teirra duldu dagsskrá, um hvussu teir bara høvdu serligum áhuga fyri og  vildu dyrka happing av 5-arabørnum. Lætt at vita hvaðani hetta stavar.

 

Men sum eg segði við Lars Løkke: “Happing kemur fyri um allan heim, har ið einhvør meiriluti tykist at kenna sær rætt – og mestsum skyldu til við – at arga allar minnilutar”. Tað kostar. Eg visti hvat, ið eg tosaði um.

 

Politikkur er alsamt stríð um vald. Ta definitivu korrumperandi maktina. Og hvør dugir til tess. Mette Frederiksen royndi seg og vann valdið við seinasta val við eitt nú tí naiva/effektiva rakstrarrópinum: “Jeg vil gerne være BØRNENES statsminister!”. Um Løkke vil gera henni bragdið eftir - sum “5%-ernes forfulgte børns moderate advokat?” – ja, tað mugu tit spyrja hann um.

 

Og so júkaði Lars Løkke um at fáa avdúkað, hvør ið tað var, sum læt bumburnar bresta, sum bleiv tað EINASTA NÝGGJA í allari seriuni. Tíverri.

 

Misbrúk av evni

Bæði omanfyri nevndu evni blivu misbrúkt av báðum filmsframleiðarunum. Ein tára-pøsandi samrøðu við tvær -  tá 7 – 10 ára gamlar gentur - bleiv sjálvt høvuðsinnihaldið. Og lyftið til mín og Elmar Johannesen - um bara fáa eitt prát um bumburnar við Lars Løkke – sum IKKI SKULDI takast upp á film – førdi til, at Løkke sjálvboðið møtti upp á heimadressuni hjá Elmari við øllum filmsholdinum!

 

Og har bleiv borað í vandanum fyri hættisligum deyða sum fylgju. Óelegant og framligt.

 

Var vandi fyri mannalívum?

Einki var meira skeivt enn henda áskoðan og uppáhald. Teir 8 -10 ungu menninir, sum stóðu aftan fyri bumbuatsóknirnar, vóru allir skynsamir, edrúiligur skilamenn, sum bara  vildu ræða herviliga hersetingarvaldið. Og tað eydnaðist. Onnur vápn vóru ikki tøk hjá okkum.

 

Størsta bumban lá við hornið á eystursíðuni á politistøðini, ið var/er  ein væl  grótlaðaður múrur, ein metur tjúkkur, 100 cm, (eg havi mátað hann í dag, 01.09.2021). Og tí hendi einki annað enn tað, at nakað av pussi og nøkur klípi stukku útúr. Um bumban varð løgd við træ-hurðina á sunnaru síðu, so varð úrslitið eitt heilt annað.

 

Hetta var gjørt soleiðis, fyri at glæman og buldrið frá bumbuni rakti beint út móti fregattini “Rolf Krake”, og sum gjørdu hersetingarvaldið ræðslusligið, soleiðis sum endamálið var.

 

Og ræddir vóru teir longu suðuri í Vági, sum Niels Pauli Danielsen greiðir frá (á síðu 310): “Vi er ikke kommet til Færøerne for at dø!”).

 

Gerast mær náðir, so fari eg helst taka sjálvan filmin v. m. upp til viðgerðar - seinni.

 

Happingarlandið Føroyar

At land okkara er á tremur av happing og fult av eyknevnum, er eingin loyna. Men nokk ikki verri enn onnur lond? Sí skaldsøgurnar hjá Williami Heinesen og Heðini Brú. Eg kenni fleiri, sum bara eru givin at læra seg føroyskt mál – hetta av hesi somu orsøk.

 

Jógvan við Keldu sigur sáttliga á facebook: “Pápi mín var ikki uppií nøkrum, undirskrivaði ikki adressuna. Tí var rópt "fimmarar" eftir okkum, mínum eldra beiggja og mær, men vit tóku tað ikki øðrvísi, enn tá rópt var "babtistar". - Vit fingu avgjørt ikki ilt av hesum á nakran hátt! – Her kundi verið nógv meira at sagt.”

 

Mytomani ella veruleiki?

Eg fari ikki at skuldseta genturnar báðar fyri lyndisbrá til tilætlað ósannindi, mytomani, nalvapilkan ella lystlygnir – hóast hugsanin um okkurt av hesum  hugtøkunum ikki er so fjar.

 

Men eg trúgvi teim ikki, tí bert leysir endar eru í frásøgnum teirra - uttan nøkur ítøkilig fakta: Hvør, nær, hvussu og hvar?

 

At nakar á Vágsheygnum skuldi grýta grót eftir ein ungari mammu við barnavogni, tykist mær ovboðið og óskiljandi, tað eg kendi til fólkini har á leið.

 

Og Poul Nolsøe Kjølbro (Nølle) var ein stillførur maður. Granni okkara í fleiri ár. At nakar skuldi hótta hann? Og fyri hvat? Hann var jú als ikki við í nøkrum læknastríði.

 

Evald, eldri beiggin - sum tó var svágur og vitiliga væl við Eivind Rubek Nielsen, lækna, sum varð settur í starv; men ongantíð kom í starvið í Klaksvík – hann kundi kanska heldur fingið okkurt óvandað orð við høvi frá onkrum – ið ikki var at sær komin.

 

Ein onnur versjón av “Via Dolorosa” hjá Karini Kjølbro er. “Vit møttu teim vinaliga á Ánavegnum: Karini hjá Nølla, Maritu hjá Evaldi og Fríðgerð og spurdu, hvar tær fóru?”. “Nei, vit fara bara út á Skála at vera eina tíð”.

 

At grót varð grýtt/rullað móti báti og/ella “Grunningi”, sum lá fleiri favnar úr landi? Ja-well?(!). Og so hetta, at sitið væl...??

 

Og vóru ikki bæði “grátur og tannagrísl”, táið nýggjur formaður skuldi veljast fyri Tjóðveldið? Men tá høvdu Finnbogi, Hergeir og Signar eina aðra agenda.

 

Fakta

Fakta er hinvegin, at eg og aðrir við mær vóru eygnavitni til, undir gøtulyktini har Kommunubrekkan rennur oman í Vikarvegin, millum kl. 10 -11 á kvøldi, tann 01.10.1955, og hoyrdu og sóu, hvussu brekaði Kristian í Trøllagili og Kjartan hjá Olafi – tveir ósekir hampamenn í odd og egg – blivu blóðsoraðir av donskum lurkum (s. 11-14) saman við 5 sjómonnum – drignir úr vørubili Kjartans, sum kom við provianti til skip teirra -  og sum blivu slignir niður og sparkaðir av útlendsku politistunum (s. 332-333).

Dan Klein, blaðstjóri, skrivar á facebook um Kjartan Olsen: “Tað, eg sá, var ein “deyður” kroppur, sum danska løgreglan tveitti í túnið, innsmurdur í blóði, og sundursorlaður, ongin krígsmynd er nakrantíð komin fyri míni eygu síðani tá, sum hevur havt størri ávirkan á meg, og sum hevur fylgt mær til hendan dag; nú eg eri vikur frá at gerast 71 ár.”

Gamla Marin Malena á Dunga - á veg at keypa mjólk frá Kemma - fekk neva millum herðabløðini av politisti. Hon vendi sær á og spurdi: “Skal jeg ikke ha’ lov til at gå på min egen vej?”.

 

Ótangar

Veruleikin er eisini tann, at í hvørjari vøsu eru tað altíð nakrir ótangar, sum stoyttu seg fullar og við rópum vildu gera seg upp – helst fyri at fjala yvir ein møguligan trauma ella høvdu havt ein miseydnaðan uppvøkstur – og sum nú skuldu vísa seg sum hissini kalar(!). Og hetta fall, sum so ofta, bara aftur á óseku oddamenn rørslurnar.

 

Ein mjørkadalsmaður, sum kom til landið í 1963 (!) og skrivaði tveir píningar av bóklingum um læknastríðið frá 1952-1955 (tað skuldu vera 4 íalt), hevði helst eina “romansu” her eina tíð, og so Hans Andrias Sølvará (føddur í 1962)  - teir brillieraðu í seriuni, sum teir heilt stóru ekspertarnir.

 

Hvørgin hevur niðurlátið seg til, mær vitandi, at tala við tey, sum vóru við og vóru hjástødd í stríðnum. Merkiligir søgumenn – løgið liðhall?

 

Eg kundi greitt teimum m. a. frá, hvør ið hesir omanfyri nevndu ótolandi ótangarnir vóru. Og so høvdu uggafjaðrar teirra helst ligið heldur tættari at kroppinum...

 

Filmurin

Tað besta við hesi filmseriuni er tó hinvegin: Hvussu vakurt, siðiliga og róliga báðar døturnar hjá Fischeri, Hanna og Doris, greiddu frá, hvussu kærleiksfulli, róligi faðir teirra tók tann harða dómin og handtøkuna út úr heimi teirra á Kósini - av teim 17 albrynjaðu politistunum við hundum og salatfatinum – hervaldið, ristandi av ræðslu!

 

Les hvussu róligir og kaldir Fischer Heinesen og Viggo Joensen vóru í landsrættinum. Og hvi? Tí teir høvdu reina samvitsku og als einki gjørt til sakar (s.356-361); meðan sveittin dreiv av Christian Biilgaard, landsrættarformanni! (s.370).

 

Sjúrður Skaale

Nú, Sjúrður má hava ta hugsan um meg og læknastríðið, hann vil. Sjálvur havi eg onga meining um hann.

 

Men hann rør fram undir, at eg helt vitan aftur, sum fólk kundu doyð av. Hetta havi eg afturvíst omanfyri. Og so hetta afturat:

 

Vit høvdu Petur Petersen (hjá Alfred), nýklaktur sum teologur, seinni prestur í Hvalvík, sum lærara eitt skifti í realskúlanum. Hann gjøgnum gekk tey 10 boðini, og spurdi okkum: “Skal ein tala satt?” Vit: Ja!. Altíð? Ja!!

 

Tá segði Petur, nei ikki altíð: “Táið týska hersetingarvaldið kom brótandi inn til ein fríheitskempara og spurdi konuna: “Hvar er maður tín?”, sum kundi hava fjalt seg undir væðingini ella vera flýddur. Tá kundi hon svara rætt: “ Tað veit eg ikki”. Tí teir óbodnu gestirnir vildu brúka hana til nakað ÓNT - og til skaða fyri mann og heim hennara.

 

Havi ongantíð gloymt hesa áskoðan/útlegging Peturs. Vit fingu mangt eitt hugfarsligt prátið fyri lívið, táið vit hittust seinni.

 

Og um Sjúrður er ein politiskt stinnur garpur, ella hann hevur rygg sum ein njarðarvøttur og hevur støðufesti sum ein húsamannahattur - fyri at sæta sær sjálvum sum best (“til egið gagn at fremja”, her lænt frá Erlendi P.) - við eini innanvert vitan um Tjóðveldið, sum hann tí kundi nýta sum nakka í teirra uppgerð, tað fari eg at lata Tjóðveldið um. Tey kenna hann betur.

 

Einsamt

Ja, tað kann viðhvørt kennast ovboðið, sum ein annar “Jákups-kampur”, einsamallur at verja borg fyri tað rættvísa ynski “kundans” fyri Norðoya læknadømi í svárastu neyð, sum hesir 7 mætu menninir - her eftir aldri: Óla Jákup Jacobsen (1890 -1971), Fischer Heinesen (1901-1991), Viggo Joensen (1905-1978), Jóan Pauli Steinberg (1907-1972) Jens Sofus Isaksen (1911-1997), Georg Nolsøe (1914-1994) og Páll Róland Poulsen (1924-2020) - fóru undir við adressuni fyri eyga millum jóla í 1952, og sum bara snúði seg um at behalda tann besta læknan, sum læknadømið hevði havt higartil, og sum vit tí høvdu krav upp á: Olaf Halvorsen.

Teimum og honum havi eg mikla virðing fyri eins og læknum sum Paula Dahl (dr. Dahl), Vilhelm Magnussen og  Emmu Winther, sum herjaði á Jøklaskarð í dýptarkava til hjálpar hjá konu í Oyndarfirði í svárari barnsneyð!

Mær dámar væl danir og danskan humor. Men havi onga virðing fyri danska/føroyska læknafelagnum.

Ja, bókina skrivaði eg við hjartablóði - uttan skrøgg og mytomani - og sum eg standi við enn, og fari tí til mín doyggjandi dag at tala sak teirra, sum gjøgnum tíðirnar úti á bygd við lívshóttandi sjúku og í barnsneyð óttafull – aftur og aftur – stardu út í náttina og spurdu: “Sæst nakað til læknabátin (15 tons) “Medicus” nú ?” Sum – so at siga í øllum veðri – royndi at koma við læknahjálp í bráðtørvi!

Hetta er SJÀLV SAKIN, restin er í mestan mun bara vavt uppí, fyri at grugga málið.

 

Óli Breckmann

Óli, orðsnildingur, eitt ótrúligt minni og “a man of letters” hevur um dagarnar givið út 2. bind av: “3 gullkorn um dagin”. Smá hittinorð, savnað, summi við broddi, onnur til ugga og til eftirtanka.

 

Fyri 13. februar finnast hesi orð:

“Ein vísur heimspekingur skrivaði: Kjakast ongantíð við ein býttling (her meint við ein óvitandi). Tey, sum lurta, duga skjótt ikki at hoyra munin.”

 

Eg fari at taka hesi orð Óla til eftirtektar. Og gevast í hesum umfari.

 

Og fari annars at ynskja øllum teim omanfyri nevndu blíðan byr og “várligan undanvind á súklubreytini”...

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.deild hjá KÍ er best eftir summarsteðg…
1.deild hjá KÍ spælir avgerandi dyst ley…
Seks leikarar vunnu steypakapping­ina fjó…
KÍ vann fyrsta steypið
Mjølnir vann fyrsta dystin
Epli og kjøt av Sandi
Rudda Føroyar
Groundhog day (USA)
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…