Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hátíðarhaldið í Punxsutawney í Pennsylvania er helst tað kendasta Groundhog day tiltakið. Mong fólk møta upp at síggja murmildjórið koma úr holuni. Menninir(!), sum standa fyri tiltakinum, er allir í høgum hatti við breiðum skugga. | Mynd: Gene J. Puskar

Groundhog day (USA)

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.09.2021 - 14:00 Tíðindi Veðrið

Meðan vísundufólk royna at máta veðrið og at gera grundaðar reglur at ganga eftir, so eru nógvar íspunnar søgur um veðrið og eisini ymiskir stuttligir og margháttligir siðir í tí sambandi.

Havi funnið nakar slíkar søgur og siðir fram úr ymsum londum.

Groundhog day er eitt hátíðarhald í USA, sum er hildið 2. februar – t.e. á kyndilsmessu.

Hendan dagin savnast fólk í ymsum støðum kring landið at síggja eitt murmildjór koma úr holuni. Veðrið hendan dagin sigst at vera avgerandi fyri, hvussu várið fer at verða. Er skýggjað, er veturin við at sleppa takinum, og várið er á veg.

Hinvegin, er gott veður og sólin skínur nóg mikið, at murmildjórið sær sín egna skugga, so er veturin ikki liðugur enn og kann liggja upp í 6 vikur afturat.

Hesin gamli og hugnaligi siðurin stavar helst úr Týsklandi í miðøld, tá ið skuggin av einum grevlingi var brúktur at gera av, um várið var á veg ella ikki. Fólk úr Týsklandi, sum fluttu til USA, tóku siðin við sær, og grevligurin varð skiftur um við eitt murmildjór.

Dagurin hevur verið hátíðarhildin í USA í nógv ættarlið, og hann fekk bæði eina nationala og internationala endurføðing, tá ið ein Hollywood filmur – hann eitur Goundhog day – var gjørdur í 1993 um ein eitt sindur óhepnan veðurfrøðing.  

Hóast siðurin er vælumtóktur millum amerikanarar, so hava veðurfrøðingar ella onnur ikki funnið nakað samband ímillum veðrið á Groundhog day, og nær várið fer at koma.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt