Lýsing
Lýsing
Lýsing

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin 18. September

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.09.2021 - 10:32 Mentan Tíðindi

Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin.

Leygardagin 18. September verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði, hetta er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini.

Í ár eru 6 Veðrar at taka.  

Kostnaðurin fyri túrin er 100 krónur, her er avmarkað luttøka. Hetta er samstundis ein lutaseðil uppá eitt feskt  tjógv av Stakkinum, lutaseðlarnir verða trektir undir uppboðssøluni.

Eftir døgurðan verða 2 veðrar  flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

 

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú er tombola aftaná uppboðssøluna og seinni um kvøldið verður dansur  í bygdarhúsinum við Hallur Joensen.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…