Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heystið higartil hevur verið sera lýtt. Tað fer ikki at kølna um vikuskiftið. | Mynd: mapio.net

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.09.2021 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Lítil vindur um vikuskiftið. Tað fer at lota úr ymsum ættum. Lágtrýstini ferðast um Ísland í hesum døgum, og vit merkja vestara partin av teimum. Tað er har, at lágættin og brúgvløgini eru.

Í morgun hevur hann ligið av suðuri, 5 til 10 m/s, og tað hevur regnað í meginpartinum av landinum. Eitt brúgvalag við regni er komið vestaneftir, og so leingi tað stendur yvir okkum, er grátt og regn. Væntandi er tað farið sín veg norðurum 1 ella 2 tímar eftir middag.

Ættin fer at liggja um sunnan til í kvøld. Tá fer hann upp í útsynning. Vindferðin tann sama alla dag, um 5 til 10 m/s.

Í nátt gongur hann aftur niður í sunnan og so landsynning-sunnan, og vindur fer at minka niður í 5 m/s. Einki brúgvalag í morgin, men tó verður loftið verður blandað – t.e. skýggjað og sólglottar.  

Sunnunáttina fer vindurin at veksa eitt sindur, upp í einar 10 m/s á middegi, tá ið eitt brúgvalag við regni fer framvið. Tað sær ikki út til at vera drúgt – fer at liggja 1 tíma ella 2. Eftir tað er turt og minkandi vindur, Um kvøldið minni enn 5 m/s.  

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…