Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á smáplássum er ikki óvanligt at síggja seyðin fylla meira enn bilarnar á vegunum um heystið, tá fjøllini verða gingin. Hendan myndin er frá uppistovugarði í Fugloy.

So kom heystið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.09.2021 - 13:00 Mentan Veðrið

Tað er, sum um vit als onki summar hava havt í ár. Corona hevur gjørt sítt til, at bert fá tiltøk hava kunnað verið hildin, og tá farshóttin so hæsaði av (banka undir borðið), var summarið so gott sum av, og tað var ov seint at halda fleiri av tiltøkunum, ið annars vórðu útsett vegan farsóttina. Tó hava ávísir glottar verið, herundir Mentanarnátt í Tórshavn og Mentanarvika í Fuglafirði.

Fyri tey, ið hava áhuga í ítrótti, er heystið altíð spennandi, og so er eisini í ár. Ongin Corona órógvaði landsdystirnar hjá Føroyum meira enn eitt vist, við tað at tveir leikarar ikki fingu møtt. Vit fingu eitt ræðuligt úrslit, eitt hampiligt úrslit og eitt gott úrslit, so í tí stóra og heila eru avrikini á eini góðari leið, og vit síggja fram til fleiri góðar dystir hjá okkara landsliði. 

Heystið er eisini tíð, tá fjøllini verða gingin. Á mikkjalsmessu 29. september verður av álvara lagt til brots, og hildið verður á langt inn í oktober. Tað sigst at orsøkin til, at skúlarnir fingu heystfrítíð eina viku í oktober júst var, at næmingarnir skuldu frítakast fyri skúlagongd og heldur herja á fjøllini.

Tað slepst tó ikki undan, at heystið ikki kann reypa av góðum veðri. Mangan er illfýsið, og soleiðis hevur eisini verið seinastu dagarnar. Kavi og hálka kunnu eisini væntast, og tí verður longu loyvt at koyra við píkadekkum frá 16. oktober av. Men vónandi verður ikki so galið longu tá.

Helst tað besta við heystinum í ár er, at aftur er gjørligt at halda stór tiltøk. Fólk fingu høvi at vitja bæði Voxbotn 2020 og Voxbotn 2021 sama vikuskiftið síðst í august, og herfyri var stór konsert við James Blunt í Tórshavn. Corona hevur ikki heilt slept takinum, og tað av eisini at bíta, men bert eitt sindur. Vit eru væl ávegis til at kunna liva sum vant aftur.

Heystið er eisini eyðkent við nógvum øðrum aktivitetum enn bara fótbólti og fjallgongu. Hetta er tíðin, tá innanduraítróttin byrjar, og okkurt er longu farið í gongd. Somuleiðis leggja allir kvøldskúlar í landinum til brots nú, og við at kaga í tilfarið hjá nøkrum teirra síggja skráirnar fyri heystið og veturin at vera óvanliga breiðar og rúgvusmiklar.

Eitt flogfelag ger nú eina erliga roynd at flúgva upp á Føroyar nú í heyst, og har ber tíverri ikki til at siga, at royndirnar boða frá góðum. Harðbalna føroyska heystarveðrið hevur gjørt tað sera trupult hjá propellflogførunum hjá felagnum at lenda í Føroyum, og summar av fráferðunum eru avlýstar og umbókaðar til SAS umvegis Keypmannahavn. Her mugu vit bara krossa fingrar og vóna uppá betri veður.

Føroyar eru komnar í rættiligt illveður av einum øðrum slagi enn tí metereologiska. Eftir eitt springaradráp í Skálafirði 12. september hava útflutningsfyritøkur, grindamenn og landsmyndugleikar arbeitt yvir við at svara spurningum, ið langt frá altíð eru tespiligir. Men landafrøðiliga staðsetingin hjá Føroyum, ikki minst drúgva heyst- og vetrarveðrið, eru sanniliga viðvirkandi til, at vit í størri mun enn onnur eru noydd at liva av at veiða.

Føroyar hava ikki, sum lond longer suðuri á klótuni, sama møguleika fyri at dyrka plantur og annan gróður, tíansheldur fruktir. Vit eru eitt fjallaland, ið liggur norðarlaga á klótuni, summi vildu enntá sagt í Arktis, og lendið er avmarkað. Aldargamla siðvenjan at veiða hval hevur einaferð verið heilt lívsneyðug, og er enn tann dag í dag eitt týdningarmikið ískoyti hjá teimum, ið ikki hava so nógvan pening um hendurnar. Og sjálvandi skal øll djóraveiða vera gjørd við størstu virðing fyri djórinum.

Tað er eisini fyri at fáa mat til veturin, at vit nú fara at ganga fjøllini. Vit eru náttúrumenniskju av uppruna, og tað sæst ongantíð so væl sum um heystið. Liðugt er at hoyggja, fyri at kríatúruni kunnu hava mat til í heyst og í vetur, og nú eru tað vit menniskju, ið standa fyri tørni, og sum skulu tryggja okkum føði til veturin. Í gomlum døgum vórðu eisini nógvar og drúgvar veitslur lagdar um heystið og um veturin; hetta av natúrligum ávum, tí veðrið gjørdi tað ofta ógjørligt at arbeiða uttandura tá.

Vit norðantil í landinum kunnu fegnast um útbyggingarnar av infrastrukturinum. Øll, ið eru komin nakað til árs, hava upplivað at standa í regni og kulda í Leirvík ella á Varpinum og ikki vitað, um man slapp við. Fleiri hava eisini mugað ligið nátt ”skeivu” megin fjørðin, tí heystveðrið gjørdi, at ikki var siglandi. Hetta er nú søga fyri meginpartin av norðoyingum, men framvegis er tað soleiðis í Kalsoy, Fugloy og Svínoy.

Vit búgva ikki í Føroyum av praktiskum orsøkum, verður javnan sagt, og sipað verður tá ofta til veðrið, ið darvar sigling, floglíkindum og arbeiði uttandura. Og so er. Neyvan er nakar búsettur í Føroyum vegna veðrið, men tað hevur sanniliga sína sjarmu og er ein stórur partur av tí at vera føroyingur.

Við hesum hugleiðingum verður ynskt øllum føroyingum gott heyst. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap