Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Poulina Joensen 100 ár

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  26.09.2021 - 06:00 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir

Sunnudagin 26. september eru 100 ár liðin síðan Poulina Joensen var fødd.

Poulina var dóttir Eliesar Joensen (úr Pálsstovu) úr Mikladali og Bergittu, fødd Dam úr Havn. Poulina byrjaði sum ung at tekna og mála og var við í listaframsýningum í fimmtiárunum og frameftir.

Seinni - fyrst í sekstiárunum, fór hon undir postalínsmáling, og hon fekst eisini við linoleumsskurð, umframt at hon arbeiddi við leiri.

Maður hennara var Jákup Bernhard Joensen, vanliga nevndur Bernhard Brim. Saman tóku tey stig til listaframsýningarnar á Norðoyastevnu og skipaðu fyri teimum í fleiri ár.

Skipað verður fyri eini minnisløtu um Poulinu Joensen í Miðhøllini á Skúlatrøð saman við Norðoya Listafelag seinni í heyst - hósdagin 28. oktober, har m.a. synirnir hava eina framløgu um mammuna, Poulinu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing