Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nakað av vindi onkra løtu í vikuni, sum kemur. Nógv regn fyrra partin av vikuni; eitt sindur turrari í vikuskiftinum | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni, sum kemur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.09.2021 - 20:10 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum kemur, fara skiftandi lágtrýst at leggja seg ímillum Føroyar og Ísland, men fram ímóti vikuskiftinum fara tey at ganga sunnan fyri okkum. Tað hevur við sær lágætt fyrra helming av vikuni og so skiftandi ættir í vikuskiftinum.

Fyrru vikuna fara nógv brúgvaløg við regni at vitja okkum, men í vikuskiftinum nakað turrari.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Landsynningur og sunnan, vindurin minkandi úr 5 til 10 m/s fyrrapartin niður í 3 til 8 m/s seinnapartin. Ælaveður fyrrapartin, samregn seinnapartin.

Hitin fer at liggja um 8-10 stig.

Týsdag: Sunnan allan dagin, 5 til 10 m/s. Regn ella ælaveður allan dagin.  

Hitin fer at liggja um 9-10 stig.

Mikudag: Landsynningur-sunnan, undir 5 m/s. Skýggja við sólglottum. Yvirhøvur turt, tó okkurt ælið í støðum.

Hitin fer at liggja um 9-10 stig.

Hósdag: Eystan seinni landsynningur. Vindurin veksur úr 7 til 12 m/s fyrrapartin upp í 15 til 20 m/s seinnapartin. Skýggjað, turt ella ælaveður onkra løtu.

Hitin fer at liggja um 8-10 stig.

Fríggjadag: Landsynningur, 10 til 15 m/s. Regn ella ælaveður allan dagin.

Hitin fer at liggja um 9-11 stig.

Leygardag: Norðan, vindurin minkar úr 10 til 15 m/s á morgni niður um 5 m/s um kvøldið.

Hitin fer at liggja um 9-10 stig.

Sunnudag: Norðan og landnyrðingur-norðan, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt, men tó ælaveður eina lætu seinnapartin.  

Hitin fer at liggja um 10-11 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap