Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hví skal frælsi løgtingsmanna vera avmarkað til ávís mál ?

SKRIVAÐ: Tordur Niclasen  |  29.09.2021 - 17:05 Lesarabrøv Politikkur

Tá samgongan varð skipað fyri tveimum árum síðan, koma m.a. at standa í samgonguskjalinum, at ”í politiska arbeiðinum verða lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar”

Nú kjak hevur tikið seg upp í samband við ávíst mál, ið andstøðan hevur lagt fram, hava røddir, einamest innan sambandsflokkin, harmast um, at tingmenn ikki kunnu atkvøða sambært teirra sannføring – tá talan er um sokallaði etisk mál.

Við atliti til aktuella málið, harmast formaður sambandsfloksins um orðingina í samgonguskjalinum,sum, eftir hansara tykki, er ein forðing fyri at tingmenn kunnu atkvøða sambært egnu sannføring – frælsið er skert.

Men ein kann so spyrja seg sjálvan: Hví skal hetta frælsi, bert fevna sokallaði etisk mál? Hví kann tað ikki eisini standa samgongu tingmonnum frítt, at atkvøða sambært teirra sannføring í øðrum málum.? T.d. tá andstøðan kemur við skilagóðum uppskotum innan almanna-og heilsuøkið - at bøta um støðu teirra veiku og sjúku? Er tað ikki etikkur? Og hví ikki, tá andstøðan kemur við skilagóðum uppskoti, sum er umhvørvinum og komandi ættarliði at gagni? Er tað ikki etikkur? Ella skilagóð uppskot frá andstøðuni at bøta um bústaðarmøguleikar teirra, ið ikki hava tak yvir høvdið ? Er tað ikki etikkur? Soleiðis kundi ein hildið á.

Tað stendur jú í Stýrisskipanarlógini § 23, at ”Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.”

Her stendur einki um, at frælsi tingmanna er avmarkað til ávís mál!

Nú tað er á ljóði, at einstakur tingmaður sambandsfloksins ætlar at víkja frá avtaluni í samgonguskjalinum – grundað á “mína sannføring” – kann tað tá hugsast, at logiska avleiðingin av tí verður, at aðrir tingmenn í samgonguni fara at atkvøða sambært “mína sannføring”, í øðrum málum,sum koma frá andstøðuni?

Kanka ikki óhugsandi, tí sum sagt, “Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni..”   - og so kann samgonguskjal vera samgonguskjal!

Ella hvat ??

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX