Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tavan í Leirvík er millum tey, ið hava fingið fiskirættindi. Tavan søkti um menningarkvotu í 2018, men fekk noktandi svar, tí Tavan liggur í Eysturoynni. | Mynd: kvf.fo

Ja til gegni – nei til heksajagstran

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2021 - 10:30 Leiðarin Politikkur Vinna

Øgiligt rok hevur stungið seg upp, nú Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur útlutað fiskirættindi. Kringvarpið hevur “avdúkað”, at millum móttakararnar av rættindum finnast eitt nú beiggi ein tingmann hjá Fólkaflokkinum, ein annar tingmaður hjá Fólkaflokkinum er partaeigari í einum felagi, ið hevur fingið, og so var Vestmanna Fiskavirki eisini nevnt. Hetta hevur fingið andstøðutingfólk til at krevja ein kanningarstjóra.

Fiskur er okkara fremsta tilfeingi, og sjálvandi skal opinleiki vera um, hvør fær og hvør ikki. Og tað er helst eisini í lagi at upplýsa, sum Kringvarpið ger, um til dømis ein familjulimur, vinur ella kenningur hjá einum samgongupolitikara telist millum tey, ið hava fingið tillutað fingið fiskirættindi. Men tað má ikki koma so vítt, at man er útilokaður, bert tí man er í familju við ella kennir ein samgongupolitikara.

Taka vit Klakk sum dømi, so høvdu røsku eigararnir har verið settir í eina púra ógjørliga støðu, um ongin kundi fáa rættindi, sum kendi ein samgongupolitikara ella var í familju við ein. Sonur annan situr í hesi samgonguni, og verður núverandi andstøðan samgonga eftir næsta val, ja, so situr beiggi báðar uttan iva sum løgmaður í henni. Tað er sera torført at ímynda sær eitt valskeið, har bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin sita í andstøðu, og skulu eigararnir av Klakki so ongantíð kunna fáa rættindi?

Vit kunnu ikki fara at revsa ella diskvalisera fólk fyri at senda eina umsókn inn, meðan ein góður vinur ella familjulimur situr í landsstýrissamgonguni. Nei, heldur eiga vit at tryggja gegni í málsviðgerðini. Tá umsóknarfreistin er farin, eigur fyrisitingin at gjøgnumganga nøvnini á umsøkjarunum, og teir potentiellu málsviðgerðarnir, ið kenna ein ella fleiri av umsøkjarunum, skulu tá taka seg úr allari málsviðgerðini og ikki vera við til at geva landsstýrismanninum tilmæli. Bert á tann hátt skapa vit gegni í fyrisitingini.

Sær landsstýrismaðurin burtur frá tilmælinum, er tað sjálvandi í lagi at leggja í krovið á honum í fjølmiðlunum. Men í aðrar mátar mugu og skulu vit kunna hava álit á, at fyrisitingin arbeiðir sakliga og professionelt. Fyri at kunna tað, má onki fyrisitingarstarvsfólk nakrantíð verða sett í ta støðu, at starvsfólkið luttekur í viðgerðini av einum máli, har onkur, starvsfólkið kennir, er millum umsøkjararnar. Hetta má gerast treytaleyst, t.v.s. ongin møguleiki kann vera fyri at gera undantøk.

Fáa vit bert hetta í lag, hava vit tikið allan møguleika fyri vinar- og kenningarpolitikki burtur. Tú kanst ikki longur føra vinar- og kenningarpolitikk í málsviðgerðini av umsóknum, har tú ongan umsøkjara kennir. Og harvið sleppa vit vónandi undan hesum endurtøkunum um nepotismu, korruptión, rossahandlar, vinartænastur og so framvegis, sum altíð eru at hoyra, tá rættindi verða útlutað.

Og hervið sleppa allir umsøkjarar eisini undan at hoyra ákærur um, at teir hava fingið síni rættindi við at kenna tey røttu í skipanini. Tí tá hevur ongin í skipanini, sum tey kenna, verið við til at viðgera umsóknirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap