Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elsba og William Gibson Sloan - 140 ár

SKRIVAÐ: Poul Jóhan Djurhuus  |  11.10.2021 - 11:22 Tíðindi

Tað eru júst í dag, mánadagin 11. oktober, 140 ár síðani Havnagentan Elsba í Geil og skotski trúboðarin William Gibson Sloan gingu í hjúnaband saman.

William Gibson Sloan kom til Føroyar á fyrsta sinni í 1865 at kunngera evangeliið. Tað gingu 15 ár, tá hann sá tey fyrstu játta trúgv og fylgja Harranum í dópinum. Elsba í Geil var ein teirra. Hon varð doypt 02. desember 1880. Tey giftust í Skotlandi 11. oktober 1881.

Tey fyrstu árini búðu tey í íbúðini á loftinum í Sloans Sali, men har varð ov lítið pláss. Í 1891 yvirtóku tey eini sethús ikki langt frá salinum, har tey fluttu inn. Húsini eru í dag kend sum Sloans Hús og standa enn sum eitt hugnaligt minnisprýði frá teirri gomlu tíðini við Tinghúsvegin; næsti granni við Heinesens Hús. Tað er samkoman í Ebenezer, sum umsitir húsini og nýtir tey m.a. til ymisk mentanartiltøk innan samkomuna. Tórshavnar kommuna eigur húsini.

Elsba royndist Sloan ein hollur stuðul í evangeliska arbeiðinum. Tey fingu 6 børn. Ein teirra var hin navnframi Andrew Sloan, sum gekk í fótasporum faðir síns, tá hann valdi eina lívsleið sum prædikari orðsins. Hann var, eins og faðir sín, til stóra signing fyri samkomulívi í Føroyum. Hann virkaði øll árini í og út frá samkomuni í Ebenezer í Havn.

William Gibson Sloan, vanliga róptur Gamli Sloan, andaðist á sínum 76 føðingardegi 04. sept. 1914. Elsba varð sitandi sum einkja í 16 ár. Hon andaðist 72 ára gomlu 04. juni 1930 Tey liggja grivin í Gamla kirkjugarði í Havn, har gravsteinurin yvir tey stendur sum eitt prýðiligt minni.

Enn einaferð má Gud signa minni eftir

Elsbu og William Gibson Sloan.

 

Hústini, tá tey fluttu inn i 1891. Gamli Sloan stendur í urtagarðinum. Húsini standa enn á stama stað við Tinghúsvegin og kallast í dag Sloans Hús

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing